FM1 sigur frá B36-Víkingur í kvøld klokkan 18

Tróndur Arge sigur frá dystinum millum B36 og Víking. Sendingin byrjar klokkan 17.50

Lagt er upp til ein spennandi dyst á ovara vølli í Gundadali millum B36 og Víking. Víkingur er oddalið við 35 stigum, og kann sementera oddasessin við einum sigri. B36 kann toga seg upp á annað plássið við 34 stigum um teir vinna dystin.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 17.50. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 18.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður við umboð fyri B36 og Víking koma út á in.fo í kvøld.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.