Komandi leygardag klokkan 14 verður seinasta umfarið í Betrideildini hjá monnum avgreitt.
Áðrenn seinasta leikumfar er ein dystur, ið skal avgreiðast.
Talan er um ein dyst,.ið skuldi verða leiktur í 22. umfari.
Klokkan 17 tekur KÍ móti AB á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Bæði liðini hava brúk fyri stigum. KÍ kann við sigri toga seg upp á gylta annað plássið, ið gevur rætt til Europa League fótbólt komandi ár. AB kann við javnleiki ella sigri toga seg upp á næstaftasta plássið, ið hevði givið ein upp- og niðurflytingardyst móti B68.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út in.fo tá dysturin er liðugur.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.