FM1 sigur frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum seinnapartin.
Sendingin byrjar klokkan 14 tá sendingin "Fótbóltspanelið" frá fríggjadegnum verður endursent. Gestur var Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari.
Tróndur Arge sigur frá dystinum úti í Vika á Argjum millum AB og oddaliðið, KÍ. Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum á Skála millum Skála og Víking, ið eru nummar tvey og nummar trý á stigatalvuni. Fylgt verður við gongdini í hinum trimum dystunum EB/Streymur-HB, B36-ÍF og TB-NSÍ. Allir dystirnir byrja klokkan 15.
Aftaná klokkan 17 byrjar sendingin "Triði Hálvleikur". Í sendingini verður prátað við Jens Martin Knudsen (NSÍ), Stefan Radosavljevic (TB), Jákup á Borg (B36), Hans Jørgen Djurhuus (ÍF), Jákup Martin Joensen (EB/Streymur) og Rasmus Nolsøe (HB), umframt samrøður frá Tróndi Arge og Peturi Asbjørn Lervig, har prátað verður við umboð fyri AB, KÍ, Skála og Vìking. Besta smsið sum kemur inn til sendingina á nummar 559999 vinnur tvey atgongumerki til John Mogensen konsertina, ið verður í høllini á Hálsi í Havn, leygarkvøldið 18. mai.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.