FM1 sigur frá VÍF-H71 og KÍ-B68 seinnapartin

Dysturin í SMS-deildini millum VÍF og H71 byrjar klokkan 14. Dysturin millum KÍ og B68 í 1. deild byrjar klokkan 16.15

Seinnapartin í dag sigur FM1 frá bæði hondbólti og fótbólti.

 

Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal frá oddadystinum í SMS-deildini millum kvinnuliðini hjá VÍF og H71. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Klokkan 16.15 sigur Petur Asbjørn Lervig frá dystinum í 1. deild norðuri í Klaksvík millum KÍ og B68. Dysturin hevur sera stóran týdning fyri upp- og niðurflytingarstríðið. Tapir B68 sum er fýra stig aftanfyri KÍ missa teir møguleikan at flyta upp. Vinnur B68 hinvegin hava teir bara eitt stig upp til KÍ á triðja plássi, og so er uppflytingin ein sannlíkur møguleiki hjá toftamonnum.

 

Øll kunnu hoyra beinleiðis hondbólts- og fótbóltfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Dysturin millum VÍF og H71 verður samsendur við Staðið FM 101 í Vestmanna.