Í dag vera tríggir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum.
Klokkan 16 spæla TB og B68 við Stórá í Trongisvági. Klokkan 19 spæla EB/Streymur og KÍ í Hólmanum á Eiði, og somuleiðis klokkan 19 spæla Víkingur og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum á Eiði og dystinum í Norðragøtu, ið báðir byrja klokkan 19.
Frásøgumenn vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.
Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.