##med2##
TB hevur givið topp-4 liðunum ein skarpan gang, og verandi FM-vinnarar, KÍ hevur longu í tveimum førum vunnið tveir harðvunnar 2-1 sigrar á TB.
KÍ – TB 2-1 (0-1)
0-1: John Villi Wøldike Leo 18.
1-1: Jákup B. Andreasen 52.
2-1: Jóannes Bjartalíð br. 79.
Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther ásannar, at tað er tann sama søgan aftur. Hansara menn hava stríðst fyri sakini, og hava avrikað leikliga væl, men úrslitið á máltalvuni stendur ikki í mát við arbeiðsavrikið. Hetta var aftur søgan hjá TB norðuri í Klaksvík í dag.
Michael L. Winther greiðir frá, at TB arbeiðir við at styrkja álopspartin so liðið kann fáa fleiri mál og fleiri stig. Tað er væntandi, at talan verur um eina útlendska loysn, tí ringt er at fáa føroyskar spælarar at støðast í Suðuroy.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Michael L. Winther.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ.