##med2##
Vestmenningar kunnu halda jól á fyrsta plássinum í Burn mansdeildini aftaná trivaligan 36-26 sigur á StÍF í Vestmanna. Strandingar vóru betur við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var VÍF bara á odda 16-14, men tað var greiður munur á liðunum í seinna hálvleiki.
Team Klaksvík vann 27-23 (12-9) á Kyndli í Badmintonhøllini í Klaksvík, men tað bleiv ikki so stórur spenningur um fjórða plássið kortini, tí KÍF vann týdningarmiklan 23-22 (13-10) sigur á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Kollfirðingar eru nummar fýra við 15 stigum, og hava eisini munandi betri málmun enn Team Klaksvík, ið er nummar fimm við 11 stigum.
VÍF-StÍF 36-26 (16-14)
Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 12, Julian Olsen 5.
Toppskjúttar StÍF: Pætur Johansen 8, Ivan Mrdalo 5.
Team Klaksvík-Kyndil 27-23 (12-9)
Toppskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 10, Beinir Johannesen 5.
Toppskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 4, Jóan Pauli Patursson 4.
Neistin-KÍF 22-23 (10-13)
Toppskjúttar Neistin: Rasmus Søby 7, Hanus Árason 4.
Toppskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Nikolay Bliznov 5.
VÍF er á odda við 22 stigum, H71 hevur 21 stig. Neistin hevur 17 stig á triðja plássi, og KÍF hevur 15 stig á fjórða plássi. Team Klaksvík hevur 11 stig á fimta plássi, og StÍF er næstaftast við seks stigum. Aftast er Kyndil við fýra stigum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum VÍF-StÍF 36-26 (16-14). Ingi Olsen og Áki Egilsnes vóru viðmerkjarar hjá FM1 í dag.
2) Hoyr Áka Egilsnes taka samanum eitt gott avrik hjá VÍF, og hoyr annars Sjúrð og Áka skifta orð um serligu støðuna Áki og lið hansara, KA eru í nú íslendska hondbóltskappingin hevur ein korona-steðg. Áki vónar at kunna tørna til aftur fyri KA síðst í januar.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Dávid Danielsen hjá StÍF, ið ásannar, at nú má StÍF til at satsa uppá steypakappingina og royna at gera ein vørr har.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Hanus Christophersen, ið skoraði trý mál fyri VÍF. Hanus fegnast um fyrsta plássið, men hann undirstrikar, at teir í VÍF hava beinini plantaði á jørðini og fara ikki upp at flákra av góðu gongdini.