FMA byrjað: Fonetika fekk fyrstu virðirslønina

FMA er byrjað í Norðurlandahúsinum og verður sent í Sjónvarpinum.

 

 

 

Fyrstu virðislønina fekk Fonetika:

 

Opin flokkur

 

Ársins útgáva ella konsert

 

Tónlist - Fonetika

 

Talan er um eina útgávu, sum er sprottin beinleiðis burtur úr lestrinum á B.A. í listarligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya, tí tey sum manna BA Tónlist lesa øll á setrinum.

 

Talan er um eksperimenterandi tónleik, ið ferðast frítt millum klassiskt og elektroniskt, modernað og siðbundið og so framvegis. 

 

Í grundini er talan um eina útgávu, ið er líka ymisk sum fólkini, sum hava gjørt hana. 

 

BA Tónlist manna:

 

Katrina Olsen

Sissal Grækarisdóttir Magnusen

Líggjas Olsen

Jákup Veyhe

Per Ingvaldur Højgaard Petersen

 

 

 

##med2##

 

##med3##