FMA: Niclas hevur besta ljóðið

Eitt er at syngja og spæla, annað at skriva orð og lag, men onkur skal syrgja fyri, at tónleikurin ljóðar gott á útgávuni. Ársins framleiðari skal tí eisini heiðrast á FMA.

 

Í ár er tað Niklas Johannesen, sum er kosin sum ársins framleiðari, fyri útgávuna Eagle in the Sky hjá konuni, Lenu Anderssen.

 

Hetta er onnur virðislønin, sum Eagle in the Sky fær í kvøld. Hin fyrra var fyri ársins húsa. Levi Mørk úr Vága kommunu handaði honum virðislønina.

 

Undanfarnu vinnararnir eru Baroli Music í 2014, Janus Rasmussen í 2015 og Tróndur Bogason í 2016.

 

Hinir tilnevndu til ársins framleiðara vóru:

Benjamin Petersen fyri Haphe hjá Konni Kass

Janus Rasmussen fyri Funeral hjá Heiðrik

Jens L. Thomsen fyri Vað hjá Orka

Mikael Blak/Fred Ruddick og 200 fyri Reytt pass hjá 200