FMA23: Jóan Jakku Guttesen fekk Ársins Tónleikaheiður

Jóan Jakku hevur í mong áratíggju verið við til at mynda føroyska tónleikapallin.

Mynd: Álvur Haraldsen

Landstýriskvinnan Sirð Stenberg skuldi handa størsta heiðurin við FMA.

 

Men ístaðin fyri at viðkomandi, ið fekk heiðurin, kom upp til hennara á pallinum, fór Sirið yvir til hansara.

 

Tað var nevniliga Jóan Jakku Guttesen, ið fekk henda stóra heiður. og hann stóð klárur við bassi um herðarnar og skuldi framføra, so Sirð fór á tónleikapallin at handa honum heiðursgávuna, ið ein sjónliga rørdur Jóan Jakku tók ímóti. Fámæltur og lítilátin, sum eyðkent er fyri henda mannin, ið fyri nøkrum árum síðani fór um sjeyti - tó tað ikki sæst, tók hann ímóti, og so framførdi hann saman við Sámali Ravnsfjall og øðrum.

 

Jóan Jakku hevur í mong áratíggju verið við til at mynda føroyska tónleikapallin og eigur nógvar av sangunum, ið vit í dag nevna fólkaogn.

 

##med2##

 

Mynd: Álvur Haraldsen