Føroya Tele fløvar væl í landskassanum

Seinastu 20 árini hevur landskassin fingið út við hálva milliard krónur í vinningsbýti úr Føroya Tele

Føroya Tele er ein góð forrætning fyri landskassan. Tað vísa roknskapir felagsins seinastu 20 árini, sum síggjast í roknskaparskipanini hjá vinnuvitan.biz

Í gjár boðaði almenna partafelagið, sum hevur eina eginogn upp á góða hálva milliard krónur, at ársúrslitið fyri 2022 ikki var so gott, sum tað plagar at vera, tí bara 14 milliónir krónur vóru í yvirskoti. 

Orsøkin til heldur laka úrslitið sigur leiðslan í Føroya Tele vera, at neyðugt var í fjør at niðurskriva Huawei-útgerðina í samtakinum við 31 milliónum krónum, og harvið minkaði ársúrslitið munandi sammett við árið fyri.

 

Les eisini: Føroya Tele 14 milliónir í avlopi

Kaga vit í roknskapirnar seinastu 20 árini, so hevur landskassin fyri 429 milliónir krónur í vinningsbýti hesi árini. Tað er tað sama sum góðar 21 milliónir krónur um árið á hvørjum ári seinastu 20 árini.

Tí kann staðfestast, at Føroya Tele er ein góð forrætning fyri Føroya Landsstýri og fyri landskassan.