Tann 1. apríl í næsta ár, tvs. góðan mánað fyri løgtingsvalið, verður eitt søguligt og møguliga eisini politiskt áhugavert vegamót í føroyskari søgu. Tá eru nevniliga liðin 50 ár, síðani vit fingu heimastýrislógina.
EINGIN ivi er um, at føroyskir politikarar fara at brúka hetta høvið til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um, at tað fara at vera sterkar røddir frammi um at leggja enn størri sjógv millum hesar báðar partarnar av ríkinum, enn støðan er í dag.
VIT síggja hetta longu nú á veljaratølunum, har loysingarvongurin í føroyskum politikki tykist vinna størri og størri undirtøku.
SOLEIÐIS sum danskir myndugleikar, tað verið seg embætismenn og politikarar hava og framvegis bera seg at móti Føroyum í løtuni, kann henda gongdin í veljaratølunum bert halda fram. Vit fáa eina polarisering millum samband og tjóðveldi.
Í OKKARA hugaheimi er eingin ivi um, at danskir myndugleikar eiga høvuðsábyrgdina av tí støðu, sum hevur tikið seg upp millum Danmark og Føroyar. Tað er eina og aleina donskum myndugleikum fyri at takka at tað loysnar meira og meira millum báðar ríkispartarnar. Gamaní, er tað hetta, sum danir miðvíst vilja, so er tað ein ærlig søk. Men tá er at spæla við opnum kortum og viðurkenna hetta.
KJARNIN í øllum hesum er tað misálit, sum er íkomið. Føroyingar flestir hava rætt og slætt mist álitið á Danmark og harvið hevur øll heimastýrisskipanin, sum vit hava livað undir í skjótt 50 ár, fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
UTTAN mun til um tíðin er komin til at gera broytingar í Heimastýrislógini ella fáa heilt aðra skipan ístaðin, so átti at borið til at bøtt uppá ta vanvirðiligu støðu, sum er íkomin millum Føroyar og Danmark. Og her er eftir okkara tykki bert ein útvegur, og hon er, at danska stjórnin leggur kongin. Stjórnin má viðurkenna - at skal nakað gott koma burtur úr einum framtíðar samstarvi millum ríkispartarnar - so má hon taka á seg ábyrgdina av tí støðu, sum er íkomin í kjalarvørrinum á bankakreppu ol.
BANKAKANNINGIN kann neyvan ganga umaftur. Og soleiðis sum støðan er vorðin, er alt trúvirði og álit fokið. Tí vil eitt úrslit av bankakanningini, sum ikki gongur føroyingum á møti, verða at sammeta við einki annað enn eina krígsavbjóðing frá danskari síðu móti føroyingum. Tað einasta, ið danskir myndugleikar tí kunnu gera í tí støðu, sum teir sjálvir hava vavt seg inn í í sambandi við bankakanningina, er at bjóða føroyingum eina virðiliga og heiðurliga loysn í øllum skuldarspurninginum.
TAÐ er jú avtalað, at samráðingar skulu vera millum stjórnina og landsstýrið um eitt nú allan skuldarspurn-ingin í hesum árinum. Okkara áheitan á Nyrupstjórnina er tí henda: setið upp eina dagsskrá, sum inniheldur óhepnu fylgjurnar av tykkara egnu bankakanning og setir út í kortið eitt trýbýti av føroysku uttanlandsskuldini, har danski ríkiskassin rindar ein triðing, Den Danske Bank ein triðing og Føroyar ein triðing. Gongur stjórnin ikki við til slíka loysn, so eiga almennu Føroyar fyri tað fyrsta at kanna møguleikan fyri at ákæra Danmark fyri altjóða dómstól - og ber hetta ikki til - so at umhugsa samstarvið við Danmark á 50 ára degi Heimastýrisskipaninnar heilt av nýggjum.
FØROYSKI javnaðarflokkurin hevur roynt at varðveita sambandi við Danmark á ein fyri bæði Føroyar og Danmark skilagóðan hátt. Tíanverri kvetti danski javnaðarflokkurin við føroyska bróðurflokkin, tá kreppan tók seg upp og vendi deyva oyrað til, tá føroyskir javnaðarmenn, sum stóru við stýrisvøl, royndu at sannføra floksfelagar í Danmark um, hvat var skilabest at gera. Teir vildu ikki lurta. Ein avleiðing varð, at veljarin revsaði javnaðarflokkin. Tað er annars siður millum javnaðarflokkar, at hesir royna at verja og stuðla somu rættindi og politisku grundsjónarmið uttan mun til landamark. Tíðin er komin til, at danskir javnaðarmenn - umframt at virða føroyingar - eisini geva partamonnum sínum í Føroyum gætur. Tí er tað nakar flokkur, sum kann byggja brýr millum ríkispartarnar, so er tað føroyski javnaðarflokkurin.