Føroyar eiga fleiri fyritøkur í heimsflokki

Tað var Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum fyri løtu síðan setti Vinnudagin í Norðurlandahúsinum.

Tað er Vinnudagur í Norðurlandahúsinum í dag. Dagurin byrjaði klokkan 13, tá Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, bjóðaði vælkomin, og Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, setti dagin. 

 

Ymiskt er á skránni seinnapartin í dag, og her verður eitt nú kjak, har umboð úr politisku flokkunum fara at kjakast um tilmæli úr Vakstrarforum, og her verða eisini nakrar framløgur. 

 

Hæddarpnuktini á Vinnudegnum eru klokkan 14, tá Vinnuátakið 2022 verður kosið - klokkan 17.05, tá Ársins Virki 2022 verður kosið.

 

Tá landsstýrismaðurin, Magnus Rasmussen, setti dagin, nýtti hann fyrst høvi at takka Føroya Arbeiðsgevarafelag og Vinnuhúsinum fyri, at tey aftur í ár sýndu honum tann heiður at seta henda hátíðardag hjá føroysku vinnuni. 

 

- Eg vil eisini takka tykkum mongu, sum á ymsan hátt hava tikið lut í arbeiðnum hjá Vakstrarforum. Nøkur tykkara hava sjálv verið limir í Vakstrarforum, og mong onnur hava luttikið í arbeiðsbólkum - ella eru spurd um hugsanir og hugskot innan ávís øki.

 

Landsstýrismaðurin vísti á, at Vakstrarforum hevur latið úr hondum 164 tilmæli til varandi vøkstur innan seks raðfest øki. Tilsamans hava hundraðtals fólk tikið lut í arbeiðnum, og tilmælini eru tí væl kjølfest í vinnuni og í samfelagnum sum heild. 

 

- Tað er tí eisini nattúrligt, at vinnupolitisku átøkini næstu árini í stóran mun taka støði í tilmælunum. Eg fari ikki at liggja á boðunum, og fyrstu átøkini eru longu raðfest í uppskotinum til næstu fíggjarlóg. 

 

Hann vísti á, at tvær miljónir krónur skulu brúkast til at seta á stovn Export Faroe Islands. Nýggja útflutningsstovan skal fremja málrættað arbeiði við útflutningi í veitaravinnunum og stimbra eitt felags altjóða fokus í hesum breiða virkisøkinum, har Føroyar eiga fleiri fyritøkur í heimsflokki.

 

- Eisini er ætlanin at játta eina miljón til vinnuferðavinnu. Tey, sum ferðast til fundir og ráðstevnur, leggja í miðal munandi meira eftir sær enn onnur ferðafólk. Fundir, ráðstevnur og onnur stór tiltøk eru ofta uttan fyri háárstíðina fyri frítíðarferðing, og eru við til at fáa størri og meira javnt virksemi í ferðavinnuni alt árið. 

 

Magnus Rasmussen vísti á, at varandi vøkstur má vera burðardyggur, og tí skulu vit betra umhvørvið, samstundis sum vit skapa karmar fyri vøkstri. 

 

- Grøna skiftið stendur á fleiri súlum. Ein er at menna og brúka umhvørvistøkni, og longu nú eru fleiri føroyskar fyritøkur, sum gera framúrskarandi orkusparandi loysnir. 

Vit skulu stuðla undir hesa menningina, so at vit fáa enn fleiri fyritøkur, ið kunnu hjálpa okkum og kundum úti í heimi við at minka um síni umhvørvisárin. 

 

Hann segði, at ein onnur súla er at gagnnýta varandi orkukeldur.

 

- Vit mugu ásanna, at bygnaðarligar avbjóðingar í fleiri ár seinkaðu útbyggingum av varandi orkuframleiðslu. Tað var tí frálíkt, at vit í vár kundu undirskriva semjuna millum landið og kommunurnar, sum eiga SEV, um, hvussu útboðini av verkum við varandi orku kunnu ganga hond í hond við útbyggingini av elskipanini. 

 

Nú ferð av álvara er komin á grønu orkuútbyggingarnar, má elektrifiseringin av samfelagnum fylgja við. 

 

- Tí heldur mvg- og avgjaldsfrítøkan á el-bilum fram, og harafturat fer stuðul at verða veittur til at taka niður oljuriknar hitaskipanir.  

 

Landsstýrismaðurin vísti á, at tá arbeiðið hjá Vakstrarforumi leið móti endanum, var koronafarsóttin endiliga um at verða av. Men, løgmaður hevði ikki meira enn boðað frá, at seinastu avmarkingarnar vórðu settar úr gildi, tá Russland leyp á Ukraina. 

 

##med2##

 

- Heimurin fór úr einari stórari kreppu og beint í eina nýggja. Í fyrru kreppuni vóru vit øll í sama báti, men við seinnu kreppuni varð heimurin brádliga aftur førdur í eitt stríð millum eystur og vestur. Eitt stríð, sum vit øll merkja avleiðingarnar av, tó at okkara avbjóðingar eru smáar, samanborið við plágurnar hjá teimum, ið eru beinleiðis rakt av krígnum. 

 

Magnus Rasmussen segði, at í londunum kring um okkum hoyra vit, at fólk eru vorðin stúrin og varin.

 

- Í Føroyum gongur tó framvegis væl, bæði við útflutninginum og við innlendis framleiðsluni, men hækkandi prísir á orku og matvørum eru ein stór avbjóðing, serliga hjá teimum, sum hava lágar inntøkur og stórar fastar útreiðslur. 

 

Hann segði, at fyri vinnuna hevur kríggið merkt, at neyðugt hevur verið at finna aðrar marknaðir - at orkuprísirnir eru farnir upp í topp, og at avleiðingarnar av inflatión og hækkandi rentu byrja at merkjast.

 

- Vit mugu laga okkum til støðuna og dagføra okkara karmar, so teir svara til dagsins avbjóðingar. 

 

Men, hóast tíðirnar eru ótryggar, so er enn ivaleyst at gera í Føroyum, og størsta avbjóðingin er framvegis vantandi arbeiðsmegi. 

 

- Tí var eitt tað fyrsta, eg fór í holt við, tá eg tók við sum landsstýrismaður, at gera tað skjótari og smidligari hjá útlendskari arbeiðsmegi at koma til Føroya. Arbeiðið við at gera fast-track skipanina, sum eg boðaði frá á seinasta Vinnudegi, gekk bæði skjótt og væl, og fegnist eg um, at oman fyri 400 útlendingar longu eru komnir at starvast í Føroyum, eftir at skipanin kom í gildi. 

 

Magnus Rasmussen helt, at nú ræður um at tryggja, at tilflytararnir fáa bestu møguleikar at gerast partur av føroyska samfelagnum. Integratiónslógin skal, saman við undirvísing og sosialum átøkum, skipa best møguligar karmar fyri integratión. 

 

- Vinnan eigur stóran og týðandi part at tryggja, at útlendingarnir trívast og verða partar av fyritøkuni og av samfelagnum, og eg fari at heita á allar arbeiðsgevarar um at taka integratión av fólkunum, sum tit hava í arbeiði, í størsta álvara. Eg fegnist eisini um, at Vinnuhúsið hevur sett evnið á breddan í dag - við fyrilestri um týdningin av integratión, inklusjón og fjølbroytni.

Vit fara seinni at venda aftur til ymiskt annað, sum landsstýrismaðurin hevði upp á hjarta, tá hann fyri løtu síðan setti Vinnudagin í Norðurlandahúsinum.


 

 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett Vinnudagin 2022.