Føroyar bert ein venjingardyst móti endaspælsklárum liði síðani 1990

Á einum sinni í hesari øldini spældu Føroyar venjingardyst móti endaspælsaktuelum liði

Youtube-skíggjamynd frá venjingardystinum Niðurlond-Føroyar 3-0 (1-0), ið var leiktur í Lausanne í Sveis 1. juni í 2004

Tað var ikki frítt, at mong av okkum øvundaðu Íslandi, sum í nátt spældi venjingardyst móti verandi heimsmeistarunum, Argentina.

 

Síðani Føroyar fingu altjóða limaskap í FIFA og UEFA í 1988 hevur føroyska landsliðið bert á einum sinni leikt venjingardyst móti einum endaspælsaktuelum liði.

 

1. juni í 2004 spældu Føroyar á uttanveltaðum vølli í Lausanne í Sveis dyst móti Niðurlondum, ið vann seg í hálvfinaluna í EM-endaspælinum, har teir máttu lúta 1-2 fyri portugisisku vertunum.

 

Niðurlond vunnu frammanfyri 3.150 áskoðarum 3-0 á Føroyum. Rafael van der Vaart, Roy Makaay og Marc Overmars skutu niðurlendsku málini.

 

Tað var bert svørt óeydna, at Andrew av Fløtum ikki javnaði til 1-1 tíðliga í seinna hálvleiki. Andrew hevði eitt rimmar langskot úr 26-27 metrum, ið rakti træverkið.

 

Kelda: FaroeSoccer

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá venjingardystinum í Lausanne í 2004:

 

##med2##

 

Youtube-skíggjamynd frá venjingardystinum Niðurlond-Føroyar 3-0 (1-0), ið var leiktur í Lausanne í Sveis 1. juni í 2004