Føroyar eru minsta tjóðin í einum endaspæli nakrantíð - Grønland er næstminsta

Tá Grønland kappaðist í HM-endaspælinum fyrst í hesari øldini lá fólkatalið í Grønlandi um tey 56.000

Við eitt sindur av nærkanningum kann staðfestast, at tað er veruleiki, at Føroyar í januar vera minsta tjóðin, ið nakrantíð hevur kappast í einum endaspæli í hondbólti fyri A-landslið.

 

Tá Grønland kappaðist í HM-endaspølunum í 2001, 2003 og 2007 lá fólkatalið í Grønlandi um teir 56.000 íbúgvararnar. Tað einasta, ið kann "oyðileggja" tað fyri okkum er um vit fáa ein risa fólkavøkstur restina av árinum, og fara væl uppum 56.000 íbúgvar. Men tað hendir neyvan. 

 

Grønland er tó framvegis minsta tjóðin at hava kappast í einum HM-endaspæli í hondbólti. Tað metið hava teir inntil vit hava tikið tað frá teimum, men tá kann tað henda, at íbúgvaratalið í Føroyum er komið upp á 57.000, og so sleppa grønlendingar at varðveita HM-metið. 

 

Ísland er minsta tjóðin, ið hevur kappast í einum EM-endaspæli og einum HM-endaspæli í fótbólti. Tey metini setti Ísland í 2016 og í 2018.  Í 2009 syrgdi íslendska kvinnulandsliðið í fótbólti fyri, at Ísland eisini eigur EM-metið sum minsta tjóðin nakrantíð at kappast í EM-endaspælinum fyri kvinnulandslið. 

 

San Marino hevur saman við Italia verið vertur til eitt endaspæl fyri yngri fótbóltslandslið, og tí kunnu vit ikki melda út, at føroyska U17-fótbóltslandsliðið hjá monnum, ið kappaðist í EM-endaspælinum í Kroatia í 2017 er minsta tjóðin, ið hevur kappast í einum EM-endaspæli fyri yngri fótbóltslandslið. Men føroyska U17-landsliðið hjá monnum er so minsta tjóðin, ið gjøgnum undankappingar hevur vunnið seg í eitt endaspæl fyri yngri fótbóltslandslið. 

 

Ísland var inntil Føroyar vunnu seg í EM-endaspælið í hondbólti minsta tjóðin nakrantíð at hava kappast í einum EM-endaspæli í hondbólti. Teir hava tað metið hjá kvinnunum enn, men tað fara vit sjálvsagt eftir at taka frá teimum í komandi EM-undankappingini. Og vit møta júst Íslandi í tí undankappingini. 

 

Cap Verde (Grønhøvdaoyggjar) við 572.000 íbúgvum er minsta tjóðin, ið hevur kappast í HM-endaspælinum í kurvabólti, og Tonga við 108.000 íbúgvum er minsta tjóðin, ið hevur kappast í HM-endaspælinum í rugby. 

 

So metið eiga vit tá tað kemur til endaspøl í liðítrótti.