Raðfestingarnar í dag avgerða, hvat samfelag vit hava í morgin. Hvønn dag skapa vit framtíð okkara – raðfestingarnar vit gera í dag avgerð í stóran mun hvar vit eru í morgin. Handlingar hava avleiðingar. Hetta ger seg eisini galdandi fyri tey, sum sita í løgtingshúsinum aftan fyri meg her. Tað sum verður gjørt í dag hevur avleiðingar í morgin. Og hvat er tað so fyri eitt samfelag sum vit fáa í morgin. Well ikki nakað sum er glæsiligt – ikki nakað, sum vit sum fólk kunnu breggja okkum av. Hetta vendi eg aftur til.
Føroyar eru eitt land – Føroyar eru ikki ein grunnur, ikki eitt alment partafelag ella ein fyritøka – Føroyar eru eitt land og Føroyar mugu rekast sum eitt land. Hetta hugsi eg onkusvegna er gloymt, tí tað tykist mangan sum, at Føroyar í løtuni verður rikið sum um tað var ein fyritøka, sum um tað er fiskur, bilar og havragrýn vit hava við at gera og ikki menniskju av kjøti og blóð. Í samfelagnum telja vit øll við – vit skulu øll telja við og vit skulu øll vera her, óansæð hvørji vit eru, hvat vit eru og hvat vit gera. Í mun til fyritøkuna, sum onkuntíð setir fólk og onkuntíð koyrir fólk úr starvi, so skal landið ikki koyra nakran úr starvi – ongin skal rekast burtur, tí tey kláraðu ikki at lívbjarga sær her. Eyðkenni við góða samfelagnum er, at vit øll rúmast líkamikið hvat – vit skulu ikki senda bólkar av landinum – Vit hava útflutt nóg mikið av fólki – nú mugu vit taka okkum saman, soleiðis at tað ikki verður flutt burtur vegna tvørrandi umstøður í Føroyum. __ __ __ __ __
Hvat er tað so sum vit gera sum samfelag – jú vit hava tað løgnu støðu at tað er púra í lagi, at vinnulívsfólk siga, hvønn vinnulívspolitikk vit hava – Umboð fyri ymiskar vinnugreinar banka uppá hjá Vinnumálaráðharranum – servera honum uppskot, sum vera borin niðan í løgtingið og atkvøtt ígjøgnum og sett í gildi sum lóg – tí tað er vinnan sum veit best, hvønn vinnulívspolitikk vit skulu hava. Hetta setir ongin spurnartekin við – hóast talan er um virðir fyri hundraðtals milliónir Reiðarar hava fastan sess uttanfyri skrivstovuna hjá fiskimálaráðharranum og reiðarar, sum hava tlfnr hjá fiskimálaráðharranum fáa kvotur og avgerða, hvønn fiskivinnupolitikk vit hava. Hetta setir ongin spurnartekin við – hóast talan er um virðir fyri hundraðtals milliónir um árið, tí reiðarar halda vit vita best, hvønn fiskivinnupolitikk vit skulu hava Hinvegin, tá ið ein persónur, sum noyðist at liva av sjúkradagpeningi, onkur sum brek, onkur sum noyðist at vera fyritíðarpensjónistur ella onkur, sum av eini ella aðrari orsøk er á forsorg á Almannastovuni fer og bankar uppá úti í landsstýrinum, so fáa tey hurðina aftur í høvdið. Kundar í almannastovuni sleppa ikki framat at gera lógaruppskot ella at avgerða almannapolitikkin, hóast tey um nakar veit, hvussu trupult tað er at fáa lívið at hanga saman, tá ið tú noyðist at liva av eini almennari veiting. Hví er tað í lagi, at vinnulívsfólk avgerða vinnulívspolitikkin Hví er tað í lagi, at reiðarar avgerða fiskivinnupolitikkin, tá fólk sum liva av forsorg ikki eingong verða eftirspurd um tey klára seg fyri veitingina. Ongin spyr heldur eftir um tey, ið liva av sjúkradagpeningi, klára seg fyri sjúkradagpeningin.
Tey arbeiðsleysu hava onga ávirkan á støddina á arbeiðsloysisstuðlinum. At spekulantar gera lógir, sum gera tað lættari at spekulera, er í opinbart í ordan, men tey sum á ein hvønn hátt ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum, skulu onki at hava sagt, um ta skipan tey liva undir – hetta halda vit vera í fínasta lagi – faktiskt hoyra vit mangan, at tey skulu vera glað fyri at liva í einum landi har vit taka okkum av hvørjum øðrum. Men gera vit í veruleikanum tað í Føroyum – Hondina á hjartað - hava vit nakrantíð tikið okkum ordiliga av okkara næstum, sum veruliga hava brúk fyri ein sterkum trygdarneti? Hevði tú klára at forsyrgt tær og tveimum børnum fyri 65 kr um dagin, tí hetta er veruleikin hjá nógvum sperdum familjum í dag. Hví er tað so sjálvfylgiligt, at vit býta út og eru ein gávubúð, tá ið tað snýr seg um at geva millióna virðir til summi fólk – men vit mugu endiliga halda okkum aftur, um talan er um onkran sum er sjúkur, ber brek ella er raktur á annan hátt. Nei nei nei nei – vit mugu endiliga ikki geva ov nógv – tí tað skal loysa seg at arbeiða verður sagt aftur og aftur. Eg skal fortelja tykkum eitt loyndarmál, sum summir flokkar ikki hava funnið útav enn – og tað er, at ongastaðni í heiminum verður so nógv arbeitt, sum har, sum tær almennu veitingarnar eru høgar. Tað er ein mýta, at er arbeiðsloysisstuðulin, sjúkradagpeningurin, forsorg ella fyritíðarpensjón høg, so gevast fólk at arbeiða. Tvørturímóti - tí tað er ferð eftir ferð eftir ferð ávíst, at tað er IKKI samband millum støddina av veitingum og hugin at arbeiða – tað eru onnur viðurskifti, ið gera seg galdandi. Vit í Føroyum hava heimsmet í at arbeiða, tey sum kunnu, tey arbeiða. Vit vilja øll gera okkara íkast, og tí mugu vit sum samfelag ikki vera bangin fyri, at tá ið vit ikki fáa verið á arbeiðsmarknaðinum, so eru skipanir, sum taka hond um okkum. Vit hava brúk fyri einum nógv sterkari trygdarneti enn tað vit hava í dag. Vit hava eisini brúk fyri, at til ber at innrætta okkum soleiðis, at munirnir millum fólk ikki verður ovurhonds stórir. Tað er ikki nøkur náttúrulóg, at munur skal vera á fólki. Munur er, tí vit avgerða, at munur skal vera. Trupulleikin í Føroyum í dag er, at tað seinastu árini eru tiknar alt ov nógvar avgerðir, sum gera tað trupult hjá fólki við lágum lønum og teimum sum eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin at lívbjarga sær her. Um ikki broyting kemur í, fara vit um fá ár, at hava stórar bólkar av lút fátækum pensjónistum, tí pensjónina skalt tú sjálvur gjalda, og tað vita vit, at er lønin lág ella ert tú uttanfyri arbeiðsmarknaðin, so er ikki nógv at rinda pensjón við. Hvør tryggjar vælferðina hjá okkum øllum? Umbýti av pengunum í dag er, at tey fátøku lata til tey ríku – tað er púra galið, sum samfelagið er broytt, og tað bara stendur við og versnar. Tað kann ikki vera rætt, at vit skulu taka frá láglønarbólkum, so onnur, sum hava góðar inntøkur, fáa meir. Vilja vit hava einar Føroyar, har munurin á ríkum og fátækum veksur og veksur, eg haldi ikki, men tað er tað vit hava og tað er tað vit fáa, við at velja tey fólk, sum í dag stýra Føroya landi. Vit hava tað mest karráða høgravenda politiska stýrið nakrantið. Tað er ein vanlagna fyri nógv í Føroyum. Men tann størra vanlagnan er, at vit finna okkum í tí. Vit lata standa til. Vinstravongurin má finna saman við tí eina endamálið at steðga niðurlagingini av okkara samfelag og teimum sum í dag ráða fyri borgum. Avgerðirnar, ið tiknar eru, hava stóra ávirkan á framtíð okkara, og uppruddingararbeiðið verður øgiligt, men eg vóni og vænti, at onnur koma til, sum kunnu bjarga okkum landinum. Sum kunnu støðga ráninum frá framtíðar ættarliðnum. Tað snýr seg ikki longur um, hvørja samgongu vit skulu hava, tað snýr seg um, hvat fyri samfelag vit skulu hava. Endamálið bæði politiskt og privat má vera, at gera nøkur val í dag, sum gera samfelagið betri, rúmmligari og samhaldsfastari í morgin, tí innast inni ynskja vit øll einar Føroyar, har pláss er fyri okkum øllum. Føroyar eru ikki ein fyritøka – Føroyar eru eitt land, og í einum landi hava vit ábyrgdina av hvør øðrum og vit hava skyldu at skapa øllum sømulig kor. |