Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA kunngjørdi í gjár styrkislistan við manslandsliðunum.
Føroyar halda støðuna sum nummar 123 í heiminum. Estland sum okkara taptu 0-1 fyri í Baltic Cup er nummar 127, og Lettland sum okkara vunnu 1-0 á í somu kapping, er nummar 137 á styrkislistanum.
Argentina er fremst á styrkislistanum. Spania er nummar tvey og Frakland er nummar trý.
Danmark er nummar 21 og er fremsta norðurlandið á styrkislistanum. Noreg er nummar 31 og Svøríki er nummar 38. Ísland er nummar 74 og Finnland er nummar 75 á styrkislistanum.
Hyggja vit eftir okkara komandi mótstøðuliðum í Deild C í Nations League, so er Moldova nummar 158 á styrkislistanum. Kasakstan er nummar 111 og Slovakia er nummar 47 á styrkislistanum.
San Marino er nummar 211 og aftast á styrkislistanum. San Marino hevur í ár tapt tríggjar venjingardystir 1-2, m.a. móti Føroyum.
HER ber til at síggja allan FIFA styrkislistan.











