Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í U-21 landsdystinum millum Føroyar og Andorra. Hetta er fyrsti dysturin í nýggjari EM undankapping, og hetta er fyrsti dysturin, at Eyðun Klakstein er venjari hjá U-21 landsliðnum.
Tølini siga, at Føroyar hava ongantíð vunnið og ongantíð tapt U-21 landsdyst í Klaksvík. Tvær ferðir áður hevur U-21 landsliðið átt heimavøll í Klaksvík, og báðu ferðirnar er tað endað javnt.
7. oktober í 2021 var Norðurmakedonia mótstøðuliðið, og tá skoraði Andrass Johansen føroyska málið í 1-1 javnleikinum.
7. juni í fjør var Serbia mótstøðuliðið, og tá var úrslitið eisini 1-1. Føroyskur málskjútti var Jørgen Nielsen.
Í tveimum teimum seinastu EM undankappingunum hava Føroyar spælt 20 dystir. Fimm eru endaðir við føroyskum sigri – tríggir á heimavølli og tveir á útivølli – fýra ferðir er tað endað javnt, og 11 ferðir eru føroyingarnir farnir av vøllinum uttan úrtøku.
Bara í einum føri fýra tey undanfarnu árini var talan um óvæntað stót skrædl. Tað var, tá ið Føroyar 10. september í 2019 taptu 7-1 á útivølli ímóti Norðurmakedonia. Ta ferðina var tað Jákup B. Andreasen, sum nú er á A-landsliðnum, sum skoraði føroyska málið við brotssparki.
Umframt 1-1 í Klaksvík ímóti Serbia fyri einum ári síðani, so megnaðu Føroyar 1-1 á Tórsvølli ímóti Fraklandi 6. september í 2021. Ta ferðina var tað Steffan A. Løkin, sum skoraði føroyska málið.
Dysturin í dag verður tann fyrsti ímóti Andorra, tá ið tað snýr seg um U-21 landslið. Føroyar hava fimm ferðir hitt Andorra í A-landsdystum. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava Føroyar vunnið. Tveir teir fyrstu dystirnir endaði málleysir.
A-landsdystir ímóti Andorra
13 10 2020 Føroyar – Andorra 2-0 Nations League Klæmint A. Olsen 2
06 09 2020 Andorra – Føroyar 0-1 Nations League Klæmint A. Olsen
03 09 2017 Føroyar – Andorra 1-0 HM 2018 Gilli Rólantsson Sørensen
25 03 2017 Andorra – Føroyar 0-0 HM 2018
03 03 1999 Andorra – Føroyar 0-0 Vinardystur Cádiz í Spania