Tíðindaskriv:
Í morgun byrjar norðurevropeiska NEVZA-kappingin í flogbólti fyri U19 landslið hjá bæði kvinnum og monnum, og aftur í ár verður kappingin hildin í høllini á Hálsi í Havn.
Vanliga eru seks ella sjey lond við í kappingini, men í ár hava Svøríki, Noreg og Finnland givið avboð, og tí eru londini bara fýra í tali í ár: Ongland, Ísland, Danmark og Føroyar.
Vónir um sigrar – kanska finalupláss
Føroysku U19 kvinnurnar spæla tveir dystir í dag, og vónir eru um at vinna í hvussu er annan av teimum. Tann fyrri dysturin er ímóti Íslandi kl. 9 í morgun, og tann seinni er í kvøld kl. 19 ímóti Onglandi. Serliga ímóti Onglandi eru tær føroysku altráar eftir at fáa hevnd fyri trý tey síðstu tapini, har Ongland tríggjar ferðir á rað hevur vunnið 3-2. Seinasti sigurin á Onglandi var í 2022, tá Føroyar vunnu 3-0. Meira striltið hevur gingið ímóti Íslandi seinastu árini, og seinasti sigurin á teimum var í 2021, tá Føroyar vunnu 3-1.
Føroysku U19 menninir spæla ímóti Íslandi kl. 11 í dag og so aftur kl. 17 ímóti Onglandi. Vónirnar eru um sigur í báðum dystum. Í kappingini í fjør vunnu Føroyar 3-1 á Onglandi í bólkaspælinum, men ólukkutíð var úrslitið tað øvuta, tá liðini møttust í bronsudystinum. Vónbrotið var stórt tá, men hesa ferð ætla føroyingarnir tað øðrvísi. Ímóti Íslandi vunnu Føroyar 3-0 í fjør. Í 2023 vunnu Føroyar á bæði Íslandi og Onglandi í dystunum um 5. – 7. plássið.
Leinki til stroyming frá dystunum er at síggja á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum www.fbf.fo
Leygardagin spæla føroysku liðini ímóti Danmark; kvinnurnar kl. 13 og menninir kl. 10.
Finalur og bronsudystir verða spældir sunnudagin.
Dystarskrá:
U19 kvinnur:
Fríggjadagin 09:00 Ísland - Føroyar
Fríggjadagin 11:00 Danmark - Ongland
Fríggjadagin 17:00 Ongland - Føroyar
Fríggjadagin 19:00 Ongland - Føroyar
Leygardagin 10:00 Ísland - Ongland
Leygardagin 13:00 Føroyar - Danmark
Sunnudagin 13:00 Bronsudystur
Sunnudagin 15:00 Finala
------------
U19 menn:
Fríggjadagin 09:00 Danmark - Ongland
Fríggjadagin 11:00 Ísland - Føroyar
Fríggjadagin 17:00 Føroyar - Ongland
Fríggjadagin 19:00 Danmark - Ísland
Leygardagin 10:00 Føroyar - Danmark
Leygardagin 13:00 Ísland - Ongland
Sunnudagin 13:00 Bronsudystur
Sunnudagin 17:00 Finala
------------
Føroysku U19 landsliðini í flogbólti:
U19 kvinnur:
Osla Johannesen
Arina Joensen
Anna Katrina í Haraldstovu
Maria Teresa Vitalis
Eva Kallsberg Jacobsen
Elisabet Norðoy Vilhelmsen
Saranja Mouritsen
Bára Leonsson Mouritsen
Nicola Toftegaard
Savanna Onghamar Ragnvaldsdóttir
Edna Henriksen
Sólbjørg Miriam Johnsdóttir Høgnesen
Venjari: Ciro Zoratti
Hjálparvenjari: Daria Burrows
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic
--------
U19 menn:
Árni Lamhauge Mohr
Johannes Johansen
Adrian Lind Jacobsen
Óli Kluftá Hvítklett
Filip Ilic
Lukas Poulsen
Vuk Ilic
Hákun Nón
Róar í Haraldstovu
Micah Lukama
Matheo Eystberg
Rani Ákason
Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev











