Tað bleiv Norðurmakedonia , ið føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla tveir HM-undankappingardystir ímóti í døgunum millum 8. og 12. maj.
Vinnarin sleppur at taka lut í HM-endaspælinum í Danmarki, Noregi og í Kroatia.
HM-endaspælið byrjar 14. januar og endar 2. februar.
Fýra hallir í Noregi, tvær hallir í Danmark og fimm hallir í Kroatia vera rammurnar um HM-endaspælið í manshondbólti í 2025.
Fleiri av teimum føroysku landsliðsleikarunum søgdu í samrøðu við in.fo ígjár, at teir ynsktu at møta júst Norðurmakedonia.