Føroyar og Russland undirskrivað fiskiveiðuavtalu

Fríggjadagin undirskrivaðu Føroyar og Russland fiskiveiðuavtalu fyri 2016. Avtalan varð undirskrivað aftaná, at partarnir høvdu samráðst hósdagin og fríggjadagin. Tað skrivar Fiskimálaráðið á teirra heimasíðu.


Avtalan fyri 2016 líkist í stóran mun tær undanfarnu avtalurnar millum londini, har føroyingar fáa botnfisk í russiskum sjógvi í býti fyri, at russar fáa uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.


- Bert smávegis broytingar eru í mun til avtaluna fyri 2015. Hýsukvotan til føroysk skip í russiskum sjógvi hækkar við 200 tonsum, og russiska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar við 1.000 tonsum. Aðrar kvotur verða óbroyttar í mun til kvoturnar í 2015, skrivar Fiskimálaráðið um avtaluna.


Føroyski parturin av avtaluni er sostatt, at Føroyar fáa 19.500 tons av toski og 2.000 tons av hýsu í russiskum sjógvi í 2016, umframt 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum, meðan Russland fær 81.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2016, umframt hjáveiðu av í mesta lagi 10.000 tons av sild samanlagt.


- Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi umvegis NEAFC samtykt, í føroyskum sjógvi í 2016, skrivar Fiskimálaráðið.