Hægst styrkismetta liðið í okkara EM-bólki, Slovenia er viknað nakað undan EM-endaspælinumí Noregi, Danmark og Svøríki.
Altjóða hondbóltsserfrøðingurin, Rasmus Boysen skrivar, at stórleikarin, bakkurin, Aleks Vlah, ið spælir við pólska liðnum, Kielce hevur givið avboð til EM-endaspælið.
Tá Slovenia ígjár vann 36-23 (17-11) á Kuwait ígjár mátti hann út við skaða. Talan er um ein skaða í knænum.
Føroyar spæla móti Slovenia í Unity Arena uttanfyri Oslo, týskvøldið 20. januar klokkan 19.30.











