Fyri fyrstu ferð og eftir fjórðu royndina hevur tað í kvøld eydnast Malta at vinna landsdyst í fótbólti ímóti Føroyum. Úrslitið í vinadystnum í Valletta var 3-2 til Malta.
Sambært heimildarmanni okkara Henry Petersen, sum taldist millum áskoðararnar, var føroyska avrikið í fyrra hálvleiki lítið sannførandi. Maltesisku spælararnir vóru á allan hátt nógv skjótari enn mótstøðumenninir, og longu tá ið 20 minuttir vóru farnir, var heimaleiðslan 2-0. Fram ímóti steðginum økti Malta um munin til 3-0, og tá ið teir fóru at hvíla seg og at skipa seg av nýggjum kendist tað sum um, at talan skuldi verða um stórtap.
Hugburðurin millum føroysku spælararnar var væl betri í 2. hálvleiki, men hóast leikliga yvirvág, so gekk tað striltið at spæla seg fram til upplagdar málmøguleikar. Átta minuttir undan leikloki minkaði miðvallarin Hallur Hansson um munin til 3-1, og tríggjar minuttir undan leikloki kom rættuligur spenningur í, tá ið miðverjin Rógvi Baldvinsson enn eina ferð minkaði um munin.
Síðstu løtuna spenti føroyska liðið álopsbogan í royndini at javna, men tað eydnaðist Malta at verja tepru leiðsluna, og tað eydnaðist.
LIÐUGT
3-2
90) 3-2
Føroyingarnir pressa fyri at javna, og Malta verjir fyri at varðveita tepru leiðsluna.
88) 3-2: Rógvi Baldvinsson 87.
So er spenningur komin í suðuri á Malta. Átta minuttir undan leikloki og bara tveir minuttir eftir fyrra málið hava Føroyar enn eina ferð minkað um munin! Hóast teir á Malta eru mitt í landskappingini og føroyska kappingin var liðug fyri einum mánað síðani, so er tað føroyska liðið, sum fram ímóti dystarenda hevur størri yvirskot og orku.
Hesa ferð var tað miðverjin Rógvi Baldvinsson, sum var málskjútti.
82) 3-1: Hallur Hansson 80.
Føroyingar hava pyntað um støðuna. Hallur Hansson, sum er sentralur miðvallari hevur skorað. Tað var eisini hann, sum skoraði framúr málið á Tórsvølli ímóti Kasakstan.
75) Nú var talan um risa stóran føroyskan møguleika, men málverjin bjargaði sera væl.
70) Spurningurin er nú, um føroyska liðið síðstu løtuna skal leggja meiri fyri í royndini at minka um munin, ella um tað skal ansast eftir, at tapið ikki verður uppaftur størri. Nú hevur Malta aftur havt stóran málmøguleika!
Føroyar hava aftur skift út.
65) Sama gongdin, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar. Maltesararnir eru sjálvandi væl nøgdir við støðuna, sum hon er!
60) Føroyska liðið vísir heilt øðrvísi hugburð enn í 1. hálvleiki. Tað mesta av spælinum er á mótstøðuhálvuni, men tað hevur ikki eydnast at spæla seg til upplagdar møguleikar.
50) Fyrstu minuttirnar eftir steðgin hava føroyingar í hvussu so er roynt at víst vilja og øðrvísi hugburð enn í 1. hálvleiki.
46) So eru teir aftur á vøllinum á Malta. Ein útskifting er gjørd á føroyska liðnum. Henry Petersen fekk ikki við, hvat maltesiski frásøgumaðurin segði. Vit fáa at vita um eina løtu, hvør er farin út, og hvør er komin inn.
---
HÁLVLEIKUR
45) Páll A. Klettskarð hevur roynt seg úr góðari støðu, men bólturin fór dygst framvið stólpanum. Teir eru farnir at hvíla seg, og Lars Olsen og Jóannes Jakobsen og spælararnir hava nógv at tosa um. Soleiðis sum støðan er í løtuni, so kann hetta verða størsta vónbrotið nakrantíð!
43) 3-0: Jonathan Caruana 41.
Tað sær øgiliga svart út. Nú hevur Malta økt um leiðsluna til 3-0! Hesa ferð var tað eftir hornasparksinnlegg.
Serliga í høgra borði er tað lætt hjá Malta at spæla seg ígjøgnum.
38) Nú gongur javnt á, og síðstu løtuna hava tað ikki verið upplagdir málmøguleikar.
34) Føroyar hava fingið nógv betur tak á spælinum, og nú hevur tað aftur verið tætt við, men maltesiski málverjin bjargaði.
30) Síðstu løtuna hevur tað verið frægari, enn tað var fyrstu løtuna, tá ið Malta skoraði tvey mál. Nú hevur Páll A. Klettskarð sett bóltin í málið, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu.
26) Hetta sær alt annað enn gott út. Føroyska liðið hevur risa stórar trupulleikar!
23) 2-0: Michael Mifsud 19.
Malta er heilt greitt omaná, og nú er heimaliðið frammanfyri 2-0! Sambært Henry Petersen eru føroyingarnir alla tíðina eitt sindur aftanfyri, og heimaliðið hevur lætt við at samanspæla og spæla seg til málmøguleikar!
20) 1-0: Ryan Fenech 17.
So hevur Malta lagt seg á odda. Talan var um fínt langskot, og sambært Henry Petersen so hevði Gunnar Nielsen ongan møguleika at bjarga.
10) 0-0
Higartil hevur tað gingið javnt á. Maltesrarnir hevur havt fyrstu royndina á føroyska málið.
Tað eru 18 stig á´TaQali stadion uttanfyri maltesiska høvuðsstaðin Valetta , og her er eitt frískt lot. Tað eru fýra dagar síðani, at tað av álvara regnaði, og vøllurin sær út til at vera heilt góður, sigur Henry Petersen, sum er staddur á stadion.
Føroyska liðið er mannað soleiðis í kvøld: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus Justinussen, Erling Jacobsen - Daniel Udsen, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen - Páll Klettskarð, Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Rene Joensen, Kristin R. Mouritsen, Dánjal á Lakjuni, Sonni R. Nattestad, Sølvi Vatnhamar og Karl Løkin.