U21-landsliðið, ið hevur gjørt tað framúr í hesari EM-undankappingini við níggju stigum higartil skal aftur í eldin í kvøld.
Klokkan 18 byrjar EM-undankappingardysturin móti Ukraina á Tórsvølli. Um okkara menn fremja enn eitt roysnið og vinna dystin í kvøld seta teir stigamet fyri føroysk landslið í einari undankapping. Gamla metið er frá 2011, tá táverandi U21-landsliðið vann 11 stig í EM-undankappingini.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 17.55.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum í samstarvi við dystir.fo.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo