Føroyar vunnu stórsigur

Talan var um størsta sigur í sjey ár, tá ið kvinnulandsliðið í fótbólti vann í kvøld 4-0 ímóti Andorra

Trettan dystir í 19 mánaðir og eitt stig í 5-5 javnleiki í vinadysti ímóti Luksemborg. Tað var viðførið, sum føroyska landsliðið hevði við sær, tá ið dagsskráin í dag var EM undankappingardystur á heimavølli ímóti Andorra.

Í dag vóru Føroyar favorittur, og í dag legði føroyska liðið trýst á seg sjálvt. Hetta fór at verða dagurin, tá ið tað fór at eydnast at vinna. Síðsti sigurin var 6. oktober 2022, tá ið Føroyar á útivølli í Baltic Cup vunnu 3-2 ímóti Lettlandi

Og føroyska liðið megnaði tað, sum ikki er eydnast nógvu tær undanfarnu ferðirnar. Hálvleiksstøðan var 1-0, og Føroyar vunnu 4-0. Hetta er størsti føroyski sigurin í sjey ár. 6. apríl í 2017 vunnu Føroyar HM undankappingardyst ímóti Luksemborg 5-1.

Øll málini í dag vórðu skorað eftir deyðbóltar.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað sentrali miðvallarin Sunniva Willemoes, sum við høvdinum sendi bóltin í málið eftir horna úr høgru frá Tórunn Højgaard Joensen.

Føroysku yvirvágin var so mikið stór, at leiðslan kundi havt verið størri enn 1-0, tá ið tær fóru at hvíla seg. Men beinanvegin eftir steðgin varð leiðslan økt til 2-0, og so var yvirvágin hjá føroyska liðnum so stór, sum sjáldan sæð áður. Andorra var mest sum ikki á føroysku hálvuni eftir steðgin uttan í evstu løtu, tá ið tær Andorra hevði frísparksroynd og so eina aðra góða støðu.

Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Ásla Johannesen, sum í dag var á landsliðnum fyri 50. ferð, um leiðsluna til 2-0. Eftir horna úr vinstru frá Jensu Tórolvsdóttir.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað stinni miðverjin Birita Ryan, sum eftir frísparkssending úr vinstru frá Tórunn Højgaard Joensen og við handara stólpa stýrdi bóltin í málið.

Petra Hoydal varð fyri fyrstu ferð yvirhøvur skift inn á føroyska liðið í 62. minutti, og ellivu minuttir undan leikloki setti hon bóltin í málið. Aftur hesaferð var tað eyðsýndi vongverjin í høgru Jensa Tórolvsdóttir, sum átti uppleggið.

Longu nú týsdagin 4. juni verður aftur landsdystur á heimavølli. Tá verður Grikkalandi mótstøðuliðið.

Føroyar – Andorra 4-0 (1-0)

Kvinnur EM undankappingardystur

Fríggjadagin 31. mai 2024 kl. 16.30 á Tórsvølli

1-0: Sunniva Willemoes 25.

2-0: Ásla Johannesen 48.

3-0: Birita Ryan 67.

4-0: Petra Hoydal 79.

Dómarakvartett: Marisca Overtoom úr Niðurlondum, Ashley de Haan úr Niðurlondum, Melissa Joos úr Týsklandi og Sterre Bijlsma (4. dómari) úr Niðurlondum

Føroyar: Valborg Østerø – Sara Samson Lamhauge,  Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen – Jensa Tórolvsdóttir, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes (Sanna Svarvadal, 85.), Ásla Johannesen (Mona Rasmusdóttir, 85.) – Fridrikka Klementsen (Lea Lisberg, 75.) , Heidi Sevdal (Petra Hoydal, 62.), Eyðvør Klakstein (Durita Hummeland, 62.)

Á beinkinum: Eyðgerð Mikkelsen, Lea Lisberg, Rebekka Benbakoura, Julia Naomi Mortensen, Tóra Mohr

Gult kort: Durita Hummeland

Venjari: Signe Pries Andersen