Føroyasmakkur í bók um Koks

Ein bók um Før­oyar og ser­før­oysk­an mat ætla heims­ins fremstu kokk­um og mat­journ­a­listum. Bók­in skal eisini markn­aða­rføra Føroyar

Mánakvøldið var samkoma í Fúta­stovu í Havn, har mat­stov­an Roks heldur til. Roks og Ræst eru matstovur, sum tví­falda føroyska Michelin-mat­stov­an Koks rek­ur heima í Havn, nú Koks er flutt til Grøn­lands.

 

Høvið var, at stóra og snotu­liga bók­in um Koks varð løgd fram. Talan er um stóra bók upp á útvið 300 síð­ur, við nógvum vøkrum mynd­um og upp­skrift­um, sum Poul Andrias Ziska, høv­uðs­kokk­ur á Koks hev­ur gjørt.

 

Vildu hava ein uttan­veltaðan at skriva

 

Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist fegn­að­ist sum vera man um snotu­ligu bók­i­na, og hann frødd­ist um kre­a­ti­v­i­tet­in hjá høv­uðs­kokk­inum, Poul Andrias Ziska í sam­bandi við bókina, sum ong­lend­ing­urin Tim Ecott hevur skrivað.

 

Tim Ecott, sum er breti, hev­ur vitjað nógvar ferð­ir í Før­oy­um, síðani hann kom hig­ar á fyrsta sinni hitti Johannes Jensen fyri tólv ár­um síðani.

 

Hann hevur fyri kortum skriv­að eina bók um Før­oy­ar, sum hann nevnir »The Land af maybe«.

 

– Vit vildu fegin hava onkr­an uttan fyri Føroyar, sum kendi Føroyar væl, at skriva bókina. Tað skuldi ikki vera ein før­oy­ing­ur og ikki dani, men onkur uttan fyri konga­rík­ið Danmark, segði Jo­hann­es Jensen.

 

##med2##

 

Til heimsins bestu kokkar og branding

 

Hetta er onnur bókin um Koks, hin fyrra kom út í 2012.

 

Men hví eina slíka fína bók um Koks?

 

Til tað sigur Johannes Jen­sen, at tað er fyri at gera pr fyri Koks og fyri Før­oy­um.

 

Bókin er fyrst og remst til kokkar kring heimin, men eisini til journalistar, sig­ur Johannes Jensen.

 

– Ein maður í Ungarn,  sum hevur spesialiserað seg í at selja slíkar bøkur til fremstu kokkar kring heim­in hev­ur longu bílagt 100 bøk­­ur, uttan at hann hev­ur sæð bókina, men tí at hann veit, hvat Koks er og stend­ur fyri, sigur Johannes Jen­sen.

 

Hann dylur ikki fyri, at tað sjálvandi eisini snýr seg um markn­að­ar­føring av Koks. Men tað er eisini ein markn­­að­ar­føring av Før­oyum, sigur hann.

 

– Ein branding er júst end­a­málið. Tað snýr seg um mark­n­a­­ðarføring av Koks, men harvið eisini um markn­­aðarføring av Føroyum, av ráðvørum okkara, náttúru okkara og ikki minst av Føroyum sum ferða­mál, sigur hann.

 

– Talan er um eina brand­ing av tí, sum vit gera saml­að sæð í Føroyum, av fiski­ídn­aði og ferðavinnu, sigur hann.

 

Spurdur um tey fáa pengar burtur úr at gera eina so fína bók sigur hann, at tað fáa tey ikki, men at tað melur runt. Bókin fæst í bókhandlum í Føroyum í næstu viku. Tað eru bara 600 føroysk eintøk, restin er á enskum. Upplagið 2.600 eintøk tilsamans.

 

##med3##

 

Ein bók á enskum og ein bók á føroyskum

 

Talan er ikki um eina bók á tveimu málum, men um tvær bøkur á hvør sínum máli. Tim Ecott hevur skrivað bókina, sum Jonhard Mikkelsen hevur týtt til føroyskt.

 

Og júst tað heldur Jo­hann­es Jensen vera sera á­hugavert, at tað ein bók um Før­oy­ar, sum ein breti hevur skriv­að á ensk­um, men sum Jonhard Mikk­elsen so hevur týtt til føroyskt.

 

Bókin er sjálvandi eisini ætlað føroyingum, av tí at hon er bygd upp um tær 18 oyggjarnar. Tí er hon kanska áhugaverd hjá føroyingum at lesa. Men Johannes Jensen hugsar sær eisini, at bókin er væl egnað hjá virkjum og stovnum at hava sum gáva, tá tey hava útlendskar vitjanir.

 

– Tí so hava vit ein góða og snotuliga bók, sum umboðar føroyska gas­t­r­onomi, sigur hann.

 

Hóast nógvar uppskriftir eru í bókini, so er hon ikki ein »kókibók«, soleiðis sum vit vanliga skilja tað, tí hon vendir sær til tey pro­fessj­o­n­ellu.

 

– Nei, málbólkurin er kokk­ar ella fólk, sum nær­m­ast hava ein øran áhuga í mati, sigur Johanens Jen­sen.

 

##med4##

 

Tú mást vera góður við tað tú skrivar um

 

Tim Ecott helt fyri, at tað undraði seg at verða spurd­ur um at skriva eina slíka bók um Koks, tá vit í Før­oyum hava so nógva og so dugna­ligar høvundar. Men tá hann fekk at vita treyt­ir hjá Johannes Jensen og Poul Andrias Ziska um, at tað ikki skuldi vera ein før­o­y­ing­ur ella dani, so tók hann feg­in av tilboðnum.

 

– Men tú kanst ikki skriva eina slíka bók um Før­oy­ar, um tú ikki ert góð­ur við Føroyar, og tað eri eg, segði hann.

 

Hann vísti á, at hann hev­ur skrivað alt lívið og ar­beitt við útvarpi.

 

– Mær dámar sera væl Før­oyar, og eg havi møtt so nógv­um gestablídni øll ár­ini, eg eri komin higar.

 

##med6##

 

Fylt menningini av Koks við áhuga

 

Og tað var fyri 12 ár­um síð­ani uppi á Hotel Før­oy­um, at tað rann saman mill­­um hann og Johannes Jen­sen.

 

– Tað var ikki mín fyrsta vitj­­an í Føroyum, eg hevði ver­­ið her áður, tí eg hevði á­huga fyri náttúru og gong­u­túr­um. Men vit sótu til langt út á náttina og prát­aðu, og tá lærdi Johannes Jen­sen meg at skilja, hvussu sam­ansett føroyska ment­an­­in og føroyska søgan eru, og tað gjørdi meg enn meira á­hug­aðan í Føroyum.

 

– Og tað hevur verið sera á­­hugavert hjá mær at fylt men­n­ingini hjá Koks øll hesi árini. Tað byrjaði á Hot­el Føroyum, síðani royndi eg hana í Kirkjubø, og so aft­ur frammi við Gjónna við Leyn­a­vatn – og so nú í Grøn­landi, sigur Tim Ecott.

 

– Tað er framúrskarndi at síggja, hvussu nógv er kom­ið burt­ur úr menningini av nýggja føroyska stílinum og at síggja, hvussu kreativur Poul Andrias Ziska er, so eg má takka honum, fyri at geva mær so nógvan í­blást­ur. Hann hevur verið sera góð­ur at samstarva við, og at sam­skifta við – eisini all­ar teir mongu tímarnar í tele­fon­ini, tá eg ikki hava ver­ið her.

 

Hann vísti á, at tað hevur ver­ið eitt sera gott samstarv um hesa verkætlanina, og tað held­ur hann, eyðkennir Før­oy­ar, at føroyingar duga so væl at samstara.

 

– Tað er eitt eyðkenni fyri tykk­um, segði hann.

 

##med5##

 

Kann skapa ein modernaðan samleika

 

– Eg var greiður yvir, at mær fór at dáma Føroyar og før­oy­ing­ar, og eg vóni, at tekst­­ur­in kann fáa tað út í øll herðashorn í sam­fel­ag­num, at mat­urin, sum Poul Andrias ger, og at mat­stov­ur­nar, sum Johannes hev­ur gjørt, kann skapa ein nýggj­an modernaðan før­oysk­an samleika, sum er á sera høg­um støði, og sum er trúgv­ur ímóti hjartanum í tí før­oyska. Og tað er júst tað, sum Poul Andrias vil við síni matgerð – kann hann best sjálvur greiða frá. Men tað hev­ur ver­ið ein heiður hjá mær at hava verið við í hes­um arbeiði. Bókin er sera vøk­ur, og eg eri sera fegin um, at Jo­hannes og Poul Andr­i­as eru nøgdir, segði Tim Ecott.

 

– So vóni eg bara, at hon kann breiða orðini skjótari út kring heimin um alt tað fant­ast­iska, sum fer fram her í hesum skapandi um­hvørv­i­num í føroysku mat­stovu­vinn­uni, segði Tim Ecott at enda.

 

 

 

Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum kagar í bókina

Marius Ziska spældi og sang til bókaframløguna, sum var á matstovuni Ræst í Nýggjustovu

Bretin, Tim Ecott, sum hevur skrivað bókina, ið Jonhard Mikkelsen hevur týtt til føroyskt