Leygardagin spældi liðið hjá Ova Lützen og Paula Høj, Bergsøy fyrsta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
1.582 áskoðarar vóru til fyrsta søguliga dystin hjá Bergsøy í bestu deildini, ið var móti stórliðnum, Kolstad. Dysturin var leiktur í Campus Sparebank1 Arena í Volda.
Kolstad vann ein greiðan 33-23 sigur. Í steðginum var Kolstad á odda 16-10.
Ovi skoraði eitt mál upp á fimm málroyndir. Ovi legði tó upp til fýra mál.
Sunnudagin 6. september spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Nærbø.











