Fridrikka skoraði tá ÍBV koppaði verandi meistarunum

ÍBV framdi eina sensasjón á útivølli

Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir í ÍBV framdu eina veruliga sensasjón í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár.

 

ÍBV spældi dyst á útivølli í Kópavogi móti verandi meistarunum, Breiðablik. 

 

Breiðablik hevði eina risastóra favorittstøðu undan dystinum, men tað var ÍBV sum vann 2-1 og tók stigini við sær til Heimey.

 

Ameriski áleyparin, Allison Lowrey legði ÍBV á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Tá 84 minuttir vóru leiktir økti Fridrikka til 2-0. 

 

Verandi meistararnir megnaðu at minka um munin, men komi ikki nærri einum javnleiki, og so kundu tær hjá ÍBV fegnast um ein rimmar sigur. 

 

ÍBV er triðfremst í deildini við 27 stigum. Breiðablik er fremst við 36 stigum.

 

Komandi leygardag hevur ÍBV dyst á heimavølli móti Fram.