Ísland stendur til at vraka ES-samráðingar

Tá ið fimm av seks valdømum eru tald upp, bendir alt á, at íslendingar ikki vilja taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur.

Ísland stendur til at vraka uppskotið um at taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur.

 

Tað vísa tøl hjá íslendska kringvarpinum RÚV, nú fimm av teimum seks valdømunum eru tald upp.

 

Bert eitt valdømi er eftir, men sambært RÚV skal ja-síðan vinna hetta valdømið við í minsta lagi 9.599 atkvøðum, um hon skal vinna fólkaatkvøðuna.

 

Tað verður mett at vera ósannlíkt.

 

Hóast bert eitt valdømi er eftir at telja, letur endaliga úrslitið bíða eftir sær. RÚV skrivar, at tað er ógreitt, hví uppteljingin tekur so langa tíð.

 

Í morgun umleið klokkan átta føroyska tíð høvdu 47,5 prosent atkvøtt fyri at taka ES-samráðingarnar uppaftur, meðan 52,5 prosent høvdu atkvøtt ímóti.

 

Umleið 270.000 fólk hava valrætt í Íslandi, har knappliga 400.000 fólk búgva.

 

Endaliga valluttøkan er ikki kunngjørd, men væntað verður, at hon hevur verið høg. Meira enn 188.000 atkvøður vóru taldar upp fyrrapartin.

 

Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009, árið eftir fíggjarkreppuna, sum rakti íslendska búskapin sera meint.

 

Ein ES-atfinningarsom stjórn steðgaði tó tilgongdini í 2013.

 

Ja-síðan hevur ført fram, at ES-limaskapur kann hava lægri rentur og størri trygd við sær í einum heimi, sum er merktur av krígnum í Ukraina og politikkinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

 

Stuðlarnir hava millum annað víst á hóttanirnar hjá Trump móti Grønlandi, sum landafrøðiliga liggur nærri Íslandi enn Danmark.

 

Nei-síðan hevur hinvegin ført fram, at ein ES-limaskapur kann hótta íslendska sjálvræðið og leggja avmarkingar á fiskivinnuna.

 

RITZAU