Har hava verið føroyskt tiltøk áður, og føroyingar eru ikki heilt óvanir við hendan pall, sum eru ein av kendu pallunum í danska høvuðsstaðnum.
Høgni Lisberg, við listanavninum Hogni, er aktuellur, tí hann letur frá sær nýggjar sangir í hesum døgum, men hann hevur fleiri fløguútgávur á baki. Hann hevur spælt á stóru festivalunum, so sum Roskilde og Spot og eisini Iceland Airwaves, Midem, G! Festival, Italia Wave Love Festival og fleiri. Hansara tónleikur er nógv spældur á Youtube og verður eisini nýttur í MTV røðum, tv spots til US Open og EA Spots til NBA.
Við sær á pall hevur Hogni trummuleikaran Rúna Poulsen og Knút Háberg Eysturstein, tangentljóðføri av ymsum slag.
Swangah er av álvara komið aftur í aftur, kann ein siga. Hip Hop bólkurin gjørdist ársins nýggi bólkur í 2011 og hevði av álvara eina góða framførslu á ársins Summarfestivali. Teir gjørdu eisini vart við seg í summar, tá teir settu punktum fyri veitsluni í Operuni í Pusherstreet við met nógvum vitjandi.
Swangah skriva tekstir um føroyska samfelagið við øllum tí, sum tað hevur við sær. Bólkurin samstarvar við Pede B, Skurken, Celph Titled og Slaine.
Við tann 7. september er eisini Jákup á Lakjuni - DJ: Sugardaddy & Honeypie.