Føroyingar áttu at kunna okkum fyrst

Føroyar áttu at sagt Íslandi frá, áðrenn sáttmálin við Noreg um sínámillum fiskirættindi bleiv gjørdur.

Íslendingar eru sera misnøgdir við, at Føroyar og Noreg hava skrivað undir sáttmála, sum forðar íslendskum skipum at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Sáttmálin varð undirskrivaður í London, eftir at partarnir høvdu tingað seg fram til hann, meðan strandarlondini samráddust um makrelbýtið.

 

Íslendska sjónvarpsstøðin Støð 2 hevur almannakunngjørt eitt avrit av sáttmálanum. Har sæst, at umframt semjuna um at veiða makrel inni hjá hvør øðrum vóru føroyingar og norðmenn samdir um, at einans tey lond, sum vóru við í semjuni um makrelbýtið, skuldu sleppa at fiska makrel í ávikavist føroyskum og norskum sjógvi. Ísland var ikki við í semjuni, og avtalan millum Føroyar og Noreg ger tí, at íslendsk skip sleppa ikki í føroyskan sjógv at fiska makrel, sigur Støð 2.  



Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, hevur hug at geva norðmonnum skyldina av støðuni, tí norðmenn løgdu trýst á føroyingar fyri at fáa teir at skriva undir, sigur hann við Støð 2. Men ráðharrin er heldur ikki nøgdur við framferðina hjá føroyingum. Spurdur um leiklut føroyinga, svarar Sigurður Ingi Jóhannsson, at føroyingar áttu at kunna íslendingar, áðrenn teir gjørdu sáttmálan við norðmenn.

Íslendski fiskimálaráðharrin kemur til Føroya mánadagin at tosa við Jacob Vestergaard, landsstýrismann um fiskivinnusamstarvið landanna millum.