Fráboðan:
Kríggið hevur viðført stóra líðing fyri túsundatal av ósekum sivilum fólkum. Nú er tíðin komin, at ísraelar og palestinar í tøttum samstarvi, og við stuðli uttanifrá eitt nú viðvíkjandi seming, byggja upp av nýggjum við tí felags endamáli, at skapa varandi frið í økinum.
Týdningarmikið er áhaldandi at varpa ljós á frið millum fólk, fólkasløg og heimsins lond, og at hildið verður aftur at vápnadubba.
Føroyingar fyri friði vóna og vænta, at varandi friður fæst í lag í Miðeystri. Samstundis eru vit tilvitaði um, at kríggj tíverri framvegis herja í heiminum, har ósek menniskju dagliga líða – og hetta eiga vit at hava í huga, nú friðaravtala er fingin í lag í Miðeystri.
Hoyvík, 14. oktober 2025
Henrik Weihe Joensen, forfólk