Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á útivølli móti Helsingborg í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Hallby tapti greitt 32-39 fyri Helsingborg, ið var á odda við níggju málum í steðginum, 24-15.
Men Rói stóð seg væl, og hann var besti leikarin hjá Hallby. Rói skoraði heili 10 mál, og hann legði eisini upp til eitt mál.
Hallby er nummar 12 í deildini við seks stigum fyri átta dystir. Hallby hevur tó bert eitt stig upp til týðandi áttanda plássið, har Önnered hevur sjey stig.
Hóskvøldið 23. oktober klokkan 18 verður føroyingauppgerð í Jönköping, tá Rói og liðfelagarnir í Hallby taka ímóti Tróndi Mikkelsen og hansara liðfeløgum í HF Karlskrona.