Føroyingar skulu biðja fyri offrunum í Miðeystri

At biðja fyri offrunum skal ikki undirmetast og forsmáast helt Gerhard Lognberg, tá ið Løgtingið umrøddi støðuna í Miðeystri.

 

- Vit kundu havt ein felags bønardag í Føroyum fyri offrunum fyri ræðuleikunum í Miðeystri.

 

Tað helt Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Sambandflokkin, tá ið løgtingið umrøddi støðuna í Miðeystri.

 

Tað var Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum vildi hava at vita um løgmaður ætlar at fordøma ófatiligu ræðuleikarnar, IS stendur fyri í Miðeystri.
Løgmaður sigur, at sjálvur hevur hann størstu andstygd fyri framferðini hjá IS, men at uttanríkispolitikkur er danskt málsøki.

 

Í hesum sambandi hevði Gerhard Lognberg hug at fara andaliga vegin.
Hann er nøgdur við, at løgmaður ger vart við sína støðu.

 

Men hann vísir eisini á, at kring landið eru tað nógv fólk sum biðja fyri hesum. 
- Tað er eisini ein stórur partur av hesum og skal ikki undirmetast og forsmáast, sigur sambandsmaðurin úr Skopun.

 

Hann heldur, at vit áttu eisini at havt ein felags, skipaðan bønardag í Føroyum fyri fólkunum, sum liva í einum slíkum ræðuleika.

 

Gerhard Lognberg fekk undirtøku frá øðrum tinglimum.
Eitt nú helt Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, at tað hevði verið upp á sítt pláss við einum bønardegi kring alt landið, sum varpar ljós álvaran í hesa ræðuliga støðuna.
Men hon heldur eisini, at løgmaður eigur at koma við eini almennari fráboðan vegna Føroya Fólk.

 

Eisini Bill Justinussen helt, at tað er sjálvandi ein góður tanki, sum, vit vildu verið glað fyri, at seta ein bønardag av til frama fyri slík viðurskifti.

 

Men hann staðfesti samstundis, at samkomur og kirkjur biðja relgluliga fyri støðuni.

 

Hinvegin heldur Bill Justinussen, at her er ikki bara talan um uttanríkismál. Her er sanniliga eisini talan um mannarættindamál. 
- Tí er tað spell at løgmaður ikki heldur seg hava heimild at fordøma støðuna vegna Føroyar, sigur BIll Justinussen.