Føroyingar vilja ikki av við bummgjaldið

Landsstýrið hevur at kalla onga undirtøku fyri uppskotinum um at gera tað ókeypis at koyra í gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin.

Gjaldið fyri at koyra í gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skal ikki takast av.

 

Tað er púra greiða niðurstøðan í kanning, sum Gallup hevur gjørt, nú landsstýrið ætlar at taka brúkaragjøldini av og flyta tey yvir á fíggjarlógina í staðin. Tað eru bara 10 prosent av Føroya fólki, ið sambært kanningini eru samd við landsstýrinum í hesum máli.

 

Sigurð Lamhauge, stjóri í Landsverki, vísti í útvarpinum í gjár á, at tað fer at kosta landinum einar 300 milliónir krónur næstu 10 árini, um brúkaragjaldið verður tikið av og útreiðslan flutt á fíggjarlógina. Hann segði, at Landsverk hevur avbjóðingar frammanundan við stóra eftirsleipinum, sum er viðvíkjandi viðlíkhaldi av vegnum, brúm og tunlunum, og at avbjóðingini tí verður tað størri, sum undirsjóvartunlarnir verða lagdir undir Landsverk.

 

Gallup Føroyar spurdi í døgunum 13. til 29. apríl í ár 522 tilvildarliga útvald fólk, 18 ár og eldri, hvørja støðu tey hava til gjald í Vága- og Norðoyatunlinum?

 

• Framhaldandi eitt gjald til viðlíkahald fyri at koyra gjøgnum tunlarnar: 90%

 

• Ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar: 10%

 

##med2##

 

Í kanningini eru fólk eisini spurd, hvar tey búgva.

 

Spurd um framhaldandi eitt gjald skal vera til viðlíkahald fyri at koyra gjøgnum tunlarnar, svara so nógv »ja«:

 

Norðoyggjar: 80%

 

Eysturoy: 92%

 

N-Streymoy: 96%

 

S-Streymoy: 91%

 

Vágoy: 78%

 

Sandoy: 100%

 

Suðuroy: 96%

 

Samlað: 90%

 

##med3##

 

Spurd um tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar, svara so nógv »ja«:

 

Norðoyggjar: 20%

 

Eysturoy: 8%

 

N-Streymoy: 4%

 

S-Streymoy: 9%

 

Vágoy: 22%

 

Sandoy: 0%

 

Suðuroy: 4%

 

Samlað: 10%

 

##med4##