Føroysk aling skal verða fremst

Granskingarverkætlaninar skulu gera føroyska framleiðslu til ta fremstu.

Fiskaaling hevur givið út nýggjan faldara, sum fæst bæði prentaður og talgildur. Faldarin er bæði á føroyskum og enskum máli. Hann lýsir í stuttum og greiðum setningum Fiskaaling og virksemi felagsins.

 

- Okkara visjón er gjøgnum vísindaliga gansking á høgum støði at veita alivinnuni bestu vitan og ráðgeving til tess, at vinnan kann fáa sum mest burtur úr givnu kørmunum til aling í Føroyum.

 

Í faldaranum verður sagt, at granskað verður serliga í evnum, sum hava týdning fyri føroysku alivinnuna.

 

- Dømi um slík evni eru 1) aling á harðbalnum økjum, 2) laksalús, 3) góðska á alifiski og 4) umhvørvisávirkan frá alivinnuni.

 

Lagt verður aftrat, at granskingarverkætlaninar hava allar sama endamál – at gera føroyska framleiðslu til ta fremstu á marknaðinum.

 

- Miðjað verður alla tíðina eftir at hava opinleika í granskingini, soleiðis at tey úrslit, sum komið verður til, áhaldandi verða borin út til almenningin eins væl og til vinnuna, sigur Fiskaaling.