Ein føroysk grundlóg má og skal smíðast, so skjótt sum til ber, og í valskránni hjá Tjóðveldi er málið at hava ein fólkaatkvøðu um eina føroyska grundlóg longu á heysti 2016 – 70 ár eftir gitnu fólkaatkvøðuna um loysing 14. september í 1946.
”1946 er farið”, verður ofta júkað upp í saman av teimum, ið meira kenna úrslitið av fólkaatkvøðuni tá sum ein gnaddandi stein í skónum heldur enn ein skemmandi blett á tjóðarsamvitskuni.
Ja, 1946 er farið, og nógv er hent síðani tá. Tjóðveldi rann úr frælsisstríðnum, ið tá var, og hevur slóðað fyri, at stór fet á frælsisleið hóast alt eru gjørd hesi skjótt 70 árini.
Men høvuðstrupulleikin er enn hin sami sum í 1946: Vit eru IKKI eitt suverent fólk, sum í øllum lutum hevur ræði á egnum landi og viðurskiftum, og sum sjálvt ger av, hvussu vit skipa okkum sum tjóð.
Henda støðan ger, at vit ikki sleppa at standa lið um lið við onnur fólk og aðrar tjóðir – frælsar tjóðir – á altjóða pallinum, tað veri seg í ítróttarligum, mentanarligum, vinnuligum og í politiskum høpi.
Okkara rættur
Ein nýggj grundlóg skal staðfesta, at tað eru vit føroyingar, ið sum eitt suverent fólk eiga evsta avgerðarrættin í øllum lutum, hvat hesum landi, hesum fólki og tess virðum og ognum viðvíkur. Hon skal eisini staðfesta okkara rætt at gagnnýta alt okkara náttúrtilfeingi, millum annað rættin at fiska av okkara fiskatilfeingi og rættin at drepa grind.
Hon skal definera okkum sum fólk og tjóð.
Ein grundlóg, ið tryggjar okkum alt hetta, er ikki tað sama sum at taka loysing frá Danmark, tí tann avgerðin skal eisini takast av Føroya fólki við einari fólkaatkvøðu – sum vónandi eisini kann haldast skjótt.
Tí eiga allir politiskir flokkar, eisini teir mest sambandsku, at kunna semjast um ein grundlógartekst. Tað gjørdu flokkarnir eisini fyri fimm árum síðani, men danska yvirvaldið legði seg tvørt við tí úrsliti, at samríkiskreftirnar her á landi bakkaðu. Tí bleiv ongin fólkaatkvøða tá, og arbeiðið steðgaði upp.
Við góðum politiskum handalagi hjá øllum flokkum fer tað ikki at henda aftur.
Tjóðveldi vil taka stig til beinanvegin at taka grundlógararbeiðið uppaftur og ganga á odda í arbeiðnum, so vit hava eina grundlóg til Føroya fólk at taka støðu til um eitt ár.
Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi