21 ára gamla Lív Jákupsdóttir Ryggshamar úr Vági er við á einum spildurnýggjum donskum rappsangi. Sangurin rópast Tag min hånd og er tað ein ungur maður, sum rópar seg Tjalfe Track, ið hevur gjørt sangin og lagt hann á YouTube.
Lív Jákupsdóttir Ryggshamar syngur niðurlagið á sanginum. Lív sigur, at hon hevur sungið alt tað, hon kann minnast – og síðani hon var 13 ár hevur hon skrivað sangir sjálv. Tag min hånd er kortini fyrsti sangurin, hon hevur givið út alment, hóast hetta ikki er ígjøgnum eitt plátufelag.
- Tað er ein fantastisk kensla at fáa henda sangin út, og vónandi taka fólk væl í móti honum, sigur Lív Jákupsdóttir Ryggshamar.
Hoyr sangin Tag min hånd HER.