G! Hevur í dag almannakunngjørt tvey nøvn afturat. Talan er um tveir føroyskar bólkar, nemliga duoirnar Tuxedo Rebels og Vágaverk.
Tuxedo Rebels er mannaður av Knúti Háberg Eysturstein og Peturi Pólson. Teir báðir eru væl kendir sum oddamenn í Grót umhvørvinum og frá bólkum sum Clickhaze og Gestir.
Vágaverk eru tveir av mest royndu vágamonnunum í føroyskum tónleiki, Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen. Sámal Ravnsfjall er upprunaligi føroyski trubadururin, meðan Jóan Jakku Guttesen er væl kendur frá Tinganest.
Báðir bólkarnir hava í seinastuni givið útgávur út, Tuxedo Rebels sína fyrstu, “Sometimes the World is Dark,” og Vágaverk sína aðru, “Drekkivatn.”
Men næst á skránni er altso G! í Gøtu 17. til 19. juli.