Føroyskar kvinnur liva fimm ár longri enn menn

Hesi seinastu árini er munurin ímillum livialdurin hjá monnum og kvinnum, minkaður

Eitt gentubarn, sum verður borið í heim í Føroyum í dag, kann vænta sær at verða 84,1 ára gamalt, men eitt dreingjabarn kann vænta sær at vera 79,4 ára gamalt. Sostatt kunnu kvinnurnar vænta sær at liva næstan fimm ár longri enn menninir.

 

Hetta vísir ein nýggj uppgerð hja Hagstovuni.

 

Bæði hjá kvinnum og monnum er lívsævið longt munandi hesi seinastu nógvu árini. Samanbera vit við støðuna fyri sløkum 30 árum síðani, ella við 1985 og 1986, er miðal lívsævið hjá kvinnum longt 5,3 ár og hjá monnum er tað longt 7,5 ár.

 

Munurin millum kvinnur og menn í lívsævi, var næstan sjey ár fyri 30 árum síðani, men nú er munurin minkaður niður í sløk fimm ár.

 

- Lívsævi verður eisini kallað væntaður livialdur, og her er talan um tað áramálið, menn og kvinnur í miðal kunnu vænta at liva,

 

Men lívsævi kann eisini vísa, hvussu leingi, fólk í einum ávísum aldri, kunnu vænta sær at liva afturat.

 

- Er man komin upp í slíkan aldur, er man komin um nógvar vandar, sum kunnu vera í barna- og ungdómsárum. Og tí leggjast nøkur ár aftrat tí lívsævinum, sum annars er fyri ein nýføddan.

 

Og her vir metingin hjá Hagstovuni, at í miðal kann ein 65 ára gamal maður vænta at hava 18,5 ár eftir at liva í, tað merkir, at hann kann væntast at liva í 83,5 ár.

 

- Tað er munandi longri enn væntaða lívsævið fyri ein nýføddan drong, ið kann væntast at liva í 79,4 ár. 

 

Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna vænta at hava 22,1 ár eftir. Sosatt er væntandi, at hon fer at liva til hon 87,1 ár.

 

Tað er eisini munandi longri enn væntaða lívsævið fyri eina nýføddan gentu, ið er roknað til 84,1 ár, sigur Hagstovan.