Vikuskiftis-Sosialurin varpaði í heyst í fjør á, at GSD-sjúklingar í Føroyum stúra fyri at enda á Landssjúkrahúsinum, tí teir óttast fyri, at læknarnir ikki kenna til sjúkuna og veita teimum harvið skeiva viðgerð, sum í ringasta føri kann føra til deyða.
Ulrike Steuerwald, lækni, er ein teirra, sum hevur granskað nógv í GSD og sum sjúklingarnir hava álit á.
- Sjúkan eru so serlig, at tú ikki kanst krevja, at læknarnir kenna til hana. Tað er ymiskt frá lækna til lækna, hvussu teir megna at handfara GSD. Eg havi reglulig skeið við læknunum, men á Landssjúkrahúsinum er so mikið stór útskifting av læknum, at tað altíð er onkur, ið dettur niðurímillum, sigur Ulrike Steuerwald í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin.
Les meira í blaðnum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.