Føroysku fakfeløgini eru ov veik tí tey ikki standa saman

? Størsta uppgávan hjá føroysku fakfelagsrørsluni er at finna saman í eitt føroyskt LO, siga norsk fakfelagsfólk, sum eru í Føroyum

 

? Føroyska fakfelagsrørslan er ikki nóg sterk. Men hon kundi verðið nógv sterkari enn hon er.

Hetta halda tvey norsk fakfelagsfólk, sum eru í Føroyum í hesum døgum og halda skeið fyri føroyskum fakfelagsfólki.

Tað er Upplýsingarfelagsskapur Verkamanna, UV, sum stendur fyri skeiðnum, í byrjaði sunnudagin og endaði í gjár.

Hetta er triðju ferð tey bæði, Anne Brodawski og Odd Pedersen eru í Føroyum og halda skeið fyri føroyskum fakfelagsfólki.

Endamálið við skeiðnum er at menna UV í Føroyum.

? Endamálið er at styrkja UV til at blíva ein felagsskapur fyri øll álitisfólk úr allari fakfelagsrørslunu.

Tað verður gjørt við at útbúgva álitisfólk, skeiðleiðarar og fakfelagsleiðarar til at læra frá sær.

Tey menna eisini oddafólk í fakfelagsrørsluni til at blíva betri leiðarar.

Á skeiðnum hesuferð eru eru 16 fólk frá 10 fakfeløgum.


Skuldu staðið meiri saman

Tey bæði halda, at føroysk fakfelagsfólk eru ógvuliga positiv og fýra ikki fyri at taka avbjóðingar á seg.

Men størsti munurin á fakfeløgunum í Noregi, og í Føroyum, er, at í Noregi eru fakfeløgini nógv meiri samansjóðað, enn tey eru í Føroyum.

Her eru nógv smá fakfeløg, og tað halda tey er ein vansi.

? Høvdu føroysk fakfeløg staðið meiri saman. høvdu tey fingið nógv meiri burturúr, ikki minst hevði UV staðið sterkari.

Tey halda, at tað er stórt spell, at ætlanin at stovna eitt føroyskt LO er farinfyri bakka aftur, hvørja ferð hon hevur verið frammi.

Tey siga, at í Noregi hava tey sera góðar royndir av LO, sum hevur einar 850.000 limir og sum tekur sær av felags áhugamálum, tvørturum vanlig felagsmark. Í Noreg búgva 4,3 miljónir, so tað er næstan fimtihvør norðmaður limir í LO og tað er greitt, at tað gevur heilt aðrar møguleikar enn um tey stóðu spjødd í fleiri, smáum feløgum.

Tey halda, at tað stóra arbeiðsloysi í Føroyum ger fakfeløgini veik, og nettupp tí halda tey, at tey høvdu vunnið nógv við at tikið seg saman í eitt LO.

At standa so spjødd er at oyðsla arbeiðsorku og peningaliga orku burtur.

Tó halda tey, at tað er týðiligt, at fakfelagsrørslan mennist alla tíðina, og tey yvast ikki í, at tey einaferð fara at finna saman í einum høvuðsfelagsskapi.

Tey duga ikki, heldur ikki sum eygleiðarar uttanífrá at siga, hvussu aðber til, at tað er so trupult hjá føroyku fakfelagsrørsluni at finna saman.

Men tey halda, at gongdin seinastu árini hevur víst, at tað gongur framá.


Læra hvør av øðrum

Tey bæði norsku fakfelagsfólkini halda, at nettupp skeiðið, tey nú hava, vísir, hvussu nógv fakfeløg kunnu læra av hvørjum øðrum.

Í Føroyum átti UV at havt tann leiklut, at hann samanfataði arbeiði hjá fakfeløgunum kring oyggjarnar og sum kann arbeiða fyri at menna fakfelagsfólk.

Tað verður ikki bara gjørt við fakfelagsskeiðum, men eisini við skeiðum av øllum møguligum slag, sum kunnu føra til samanhald ímillum fólk. t.d. skeið í ymsum frítíðarvirksemi.


Spældu at Nyrup kom

?Eg fari nógv styrktur útaftur.

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, Eyðfinn Petersen sigur, at hann hvur fingið ótrúliga nógv burturúr hesum skeiðnum.

Hann sigur at slík skeið eru við til at geva fakfelagsfólki eitt sjálvsálit, tey so mangan hava saknað, táið á stendur.

? Hetta skeiðið gevur tær eitt frálíka hent amboð at arbeiða við í fakfelagsrørsluni.

Hann sigur, at m.a. hava tey spælt, at danski forsætisráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen kom at vitja og so skuldu tey leggja ferðina til rættis.

Men vit sluppu ikki undan hvørja ferð gjølliga at grundgeva fyri, hví vit vildu hava Nyrup til hetta, ella hitt.

Men tey hava eisini lært at føra síni sjónarmið fram og at grundgeva fyri teimum fyri einum mótparti sum er so karvandi líkaglaður við tær.

Hann heldur eisini, at tað er ikki fyrrenn ein hevur verið á einum skeiði, sum ehsum, at tú veruliga fatar, hvussu lítið tú í veruleikanum veit um fakfelagsarbeiði.

Tí er tað so avbera hent at hald slík skeið í Føroyum

Men hetta skeiðið er eisini við til at pilka fakfelagsfólk niður, tí vit eru mong sum ganga og halda, at tað eru bara vit, sum hava eina líkinda meingin um eitt og annað. Men tá ið vit so hittast á einum skeiði, sum hesum sært tú, at tað eru so mong onnur sum eisini hava skilagóðar meiningar, sum eru verdar at taka til eftirtektar.

Og fær hann eisini ein eykavinning burturúr einum skeiði, sum hesum.

? Vit hitta nógv fólk, og í kaffisteðgunum fáa vit nógv gott prát um ymisk mál, sum rørist í teimum ysmu feløgunum


Størri demokrati

Vit spurdu eisini Eyðfinn Petersen um, hví hann heldur, at tað hevur gingið so strilti at savna tey føroysku fakfeløgini í eitt LO.

Og tað hevur hann eina greiða meining um.

Hann heldur, at høvuðsorsøkin er, at tað er ov lítið demokrati í fakfeløgunum

Í veruleikanum er tað so, at í fakfeløgunum er tað at kalla bara tað eina fólki, sum myndar felagið - sum situr í øllum nevndum fyri felagið, og sum umboðar felagið á øllum fundum.

? Hesi fólkini hava næstan ongantíð havt fyri neyðini at ráðføra seg við onnur, ella at spyrja onnur til ráðs.

? Tí hava tey eisini so trupult at laga seg eftir øðrum.

Eyðfinn Petersen sigur, at hann tí heldur, at skeið, sum ehsi, eru ein fortreyt fyri at menna fakfelagsfólk, so at tað kunnu vera fleiri fólk, sum átaka sær uppgávur fyri fakfelagið.

Tvs, at samanumtikið er tað neyðugt at menna demokratiið í teimum ymsu feløgunum soleiðis at fleiri fólk eru uppií.

Tað skapar størr ivirðing fyri hvørjum øðrum so at sjónarmiðini hjá fleiri fólkum telja uppií.

Men tað krevur so eisini, at tey, sum stýra fakfeløgunum í dag, lata vald frá sær.

Men tað skuldi ikki verið ómøguligt, tí í veruleikanum eru vit so rørandi samd um tey flestu málini.