Føroysku heilsølurnar góð og støðug úrslit

Stóru heilsølurnar í føroysku matvøruvinnuni høvdu góð úrslit í fjør. Harða kappingin á økinum ger tó, at avlopini á botnlinjuni eru lág í mun til søluna.

Stóru heilsølurnar í føroysku matvøruvinnuni høvdu góð úrslit í fjør. Harða kappingin á økinum ger tó, at avlopini á botnlinjuni eru lág í mun til søluna.

 

Sølan hjá størstu heilsøluni í landinum, P/F Poul Hansen, hevur tey seinni árini ligið á umleið 300 mió kr. Úrslitið í 2013 var slakar 5 mió kr eftir skatt, ið er á sama støði sum undanfarna ár. 

 

Hjá hini stóru heilsøluni, P/F Poul Michelsen,  hevur sølan verið støðugt hækkandi tey seinasu árini og kom í fjør upp á slakar 170 mió kr. Avlopini á niðastu linju hava verið sera støðug og hava øll tey seinastu 5 árini ligið á umleið 4 mió kr. eftir skatt.

 

Heilsølan P/F J. F. Kjølbro í Klaksvík, ið eisini er stórur veitari til fiskivinnuna, hevur havt hækkandi virksemi í fleiri ár. Úrslitið eftir skatt í fjør var slakar 1,5 mió kr., ið er ein framgongd á hálva millión í mun til undanfarna ár.

 

Sí vinnuskráirnar, nevnd, leiðsla v. m.í BL.FO her:

 

PM

 

PH

 

JFK