Føroyskur felagsfótbóltur fór eitt pláss fram í Evropa

Føroyskur felagsfótbóltur er nummar 43 í Evropa

Nú allar undankappingarnar til bólkaspølini í teimum evropeisku felagsliðkappingunum eru lidnar kunnu vit staðfesta, at føroyskur felagsfótbóltur er farin eitt pláss fram.

 

Úrtøkan hjá KÍ, Víkingi, HB og B36 2.250 UEFA Ranking stig hesaferð, og tað hálaði okkum uppum Norðurírland, ið annars hevur verið okkum ein marra í evropeisku felagsliðs-undankappingunum.

 

UEFA Ranking stig úrtøkan hjá okkum fyri seinastu fimm árini er 8.750. Vit eru beint aftanfyri Litava, Luksemborg og Armenia, men Litava og Armenia hava lið við í bólkaspælinum í Europa Conference League, so tey fara helst at draga frá okkum.

 

Soleiðis sær úrtøkan út hjá limalondunum frá nummar 30 til nummar 55: 

 

##med2##