Føroyskur fótbóltur er í menning

BBC Wales hevur gjørt samrøðu við Adrian Cieslewicz í samband við Champions League dystin millum Cieslewicz-brøðurnar.

Í kvøld braka Adrian og Lukasz Cieslewicz saman á Tórsvølli í fyrsta undanumfari í Champions League kappingini. B36 fær vitjan av The New Saints úr Wales, sum er felagið sum Adrian, lítlibeiggi B36-leikaran Lukasz Cieslewicz, leikar við.

 

Tað er ikki bara her í Føroyum, at dysturin millum brøðurnar hevur vakt ans, og í Wales hevur BBC Wales gjørt eina samrøðu við Adrian Cieslewicz um dystin, um Føroyar, føroyskan fótbólt og sjálvandi kappingina við beiggjan.

 

Í samrøðuni greiðir Adrian Cieslewicz frá, hvussu brøðurnir endaðu í Føroyum, og hvussu tað var at veksa upp í Føroyum.

– Tað var deiligt at veksa upp í Føroyum. Tað er eitt lítið og trygt samfelag, og fer altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta, sigur Adrian Cieslewicz, sum tó viðgongur, at tað til tíðir var eitt sindur keðiligt.

 

Um føroyskan fótbólt sigur hann, at hóast vit enn teljast millum veikaru tjóðirnar, so er eyðsæð, at føroyskur fótbóltur er í støðugari menning.

– Landsliðið hevur júst vunnið tveir dystir móti Grikkalandi, samstundis sum fleiri spennandi føroyskir spælarar eru í feløgunum kring landið. Harumframt eru nakrir útlendingar, sum hevja støðið og valla hava annað enn góða ávirkan á føroyskan fótbólt, sigur Adrian Cieslewicz við BBC Wales

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna sum BBC Wales gjørdi við Adrian Cieslewicz