Føroyar fara nú at reisa sín egna minnisvarða í tjóðarminnislundini hjá Bretlandi og teimum sameindu. Minnisvarðin verður til heiðurs fyri mongu føroyingarnar, ið lótu lív á sjónum undir seinna veraldarbardaga, sigur løgmansskrivstovan í morgun. Føroyski minnisvarðin verður reistur í Lichfield Remembrances Garden Memorial, ið er tjóðarminnislundin í Bretlandi. Løgmaður hevur í dag lagt ein krans við minnislundina í Lichfield, har umboð fyri bretska kongshúsið hvørt ár vísa sína samkenslu og minnast tey, sum lótu lív á sjónum. - Nógvir føroyingar sjólótust undir seinna veraldarbardaga. Teirra dirvi og áræði mugu vit ongantíð gloyma, sigur løgmaður. - Føroyski minnisvarðin skal vera ein heiður um tey mongu, ið sjólótust, tá ið tey sigldu vandasjógv, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Nú er so avtala fingin í lag um, at ein føroyskur minnisvarði eisini verður gjørdur og eftir ætlan verður hann reistur næsta ár. - Sum siglandi tjóð hevur tað týdning, at vit hava minnisvarðar, sum varpa ljós á vandarnar og tungu byrðarnar, sum okkara sjófólk livdu undir, og tíverri eisini lótu lív av, sigur løgmaður. |