Fogh ein av teimum bestu

Lars Løkke Rasmussen sigur Anders Fogh Rasmussen vera ein tann besta forsætisráðharran, sum Danmark hevur havt Anders Fogh Rasmussen bleiv dúgliga róstur, tá hann legði frá sær sum formaður í Vinstra í gjár eftir at hava verið formaður í níggju ár.

Lars Løkke Rasmussen, sum fyrst tók við sum forsætisráðharri og í gjár sum formaður í Vinstra, segði í røðu síni á landsfundinum, at Anders Fogh Rasmussen er ein tann besti forsætisráðharrin, sum Danmark hevur havt og ein tann mest virdi Vinstra-formaðurin nakrantíð.

Nýggi formaðurin rósti millum annað undanmanninum fyri avrikið, tá hann var formaður í ES, og hvussu hann handfór kreppuna av Muhammeds-tekningunum.