Fólk eru ørkymlað um ógreið tilmæli

- Tað er ómøguligt hjá okkum sum kirkja - og eg vænti hjá øðrum eisini - at stjórna, tá tilmælini ikki eru greiðari, sigur bispur, Jógvan Fríðriksson.

 

Higartil í ár hevur eingin kirkjugongd verið, og líkt er ikki til, at nøkur kirkjugongd verður komandi sunnudag heldur.

 

Við KvF í morgun segði bispur, Jógvan Fríðriksson, at boð enn einaferð eru farin til prestarnar og kirkjuráðini um, at eingin gudstænasta verður komandi sunnudag.

- Men, vit hava samstundis skrivað, at vit vóna og vænta, at allar arbeiðsgreinar í kirkjuni kunnu fara í gongd aftur hin 23. januar. 

Jógvan Fríðriksson sigur, at tað er hansara persónliga meining, at kirkjan nú eigur at lata uppaftur. 

- Eg vil eisini siga fyri mína egnu ábyrgd, at politikararnir eiga at verða meira neyvir í sínum tilmælum, enn tey eru beint nú. Tað er ómøguligt hjá okkum sum kirkja - og eg vænti hjá øðrum eisini - at stjórna, tá tilmælini ikki eru greiðari. 

Hann vísir á, at vit hava nøkur sonevnd ferðsluljós, sum siga, at vit skulu steingja, tá smittutalið er 75, og nú eru vit oman fyri 200. Tað er ikki bara koronu-passið, sum má takast av. Tað er nógv annað, sum eisini má takast av - ella koma ístaðin. 

- Eg haldi, at støðan er rættiliga ógreið. Tað er helst rættiliga individuelt, hvussu hetta kennist. Í kirkjuni hava vit tikið atlit til, at eingin skal gerast likamliga sjúkur. Tað, sum hendir nú, er, at fólk gerast ørkymlað. Onkur er deprimeraður, og onnur eru beinleiðis sálarsjúk av støðuni.

Og bispur legði aftrat:

- Eg helt í fyrstu syfti tað vera rætt av lýsa av. Hava vit eitt solidariskt samfelag - økonomiskt ella í aðrar mátar - so mugu tey, sum hava yvirskot, gjalda fyri undirskotið hjá øðrum, bæði likamliga og sálarliga við heilsu. Tað var rætt at steðga á, men eg haldi ikki, at vit í løtuni hava eina støðu, sum er greið. 

Jógvan Fríðriksson heldur, at eisini í kirkjuligum høpi er støðan ógreið. 

- Vit hava valt at ligið tætt upp at landsins myndugleikum, men eg haldi, at landsins myndugleikar eiga at verða greiðari, enn tey eru nú. Leiðslan í Fólkakirkjuni vil hjálpa okkum sjálvum og landinum burtur úr tí kreppu, sum er.

Bispur vísir á, at honum hevði dámt ógvuliga væl, um kirkjan kundi lenað seg upp at einum politiskum myndugleika, sum var meira greiður, enn hann er beint nú.

- Fjøldin av teimum sjálvbodnu, sum standa aftan fyri kirkjurnar kring um í landinum, vilja helst vera leys av at taka avgerðirnar, og tí hava tey eisini verið ógvuliga væl nøgd við, at dómpróvstur og bispur hava tikið avgerðirnar. 

Jógvan Fríðriksson vísir á, at støðan, sum hon er nú, møðir meira og meira, og alt samfelagið er vorðið meira defuse yvir støðuna og ógreiðu tilmælini, og tað er ongantíð gott, heldur hann fyri í samrøðu við KvF.