Fólk kunnu koma í lívsvanda av at eta hesar frikadellurnar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at bakteriur, sum kunnu vera lívshættisligar, eru í frikadellunum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti frikadellum, sum hava verið at fáa í handlum kring landið. Talan er um frikadellur av merkinum »Havet´s«, og tað er Jeka Fish sum ger tær. Nettovektin er: 4 x 95 gramm. Og talan er um nógvar sendingar, sum nú ávarað verður ímóti, tí talan er um allar frikadellur, sum eru gjørdar ímillum 01.08.2022 og 08.11.2022 og seinastu nýtsludagur er ímillum 06.09.2022 og 14.12.2022. Orsøkin til ávaringina, og at frikadellurnar nú eru tiknar úr kølidiskunum í handlunum, er, at tey hava funnið listeria-bakteriu í teimum.

 

Tey flestu, sum fáa listeria, verða ikki serliga sjúk. Sjúkuteknini minna um influenza við fepuri og høvuðpínu og í onkuntíð eisini magatrupuleikum og leyst lív. Men hjá summum kann hon vera beinleiðis lívshættislig. Tað er hjá fólki, sum ikki eru so mótstøðufør ímóti sjúkum tí at tey eru álvarsliga sjúk, ella taka heilivág sum ger, at mótstøuførið viknar. Tey kunnu fáa blóðeitran og meningitis, og fáa fólk, sum ikki hava so gott mótstøðuførið, listeria, eru tað eini 25 prosent av teimum sum lata lív av tí. Fáa kvinnur, sum eru við barn, listeria, er vandi fyri, at fostrið verður smittað og tað kann elva til, at barnið verður deyðføtt, ella verður føtt við blóðeitran ella meningitis.

 

Ofta ganga nakrir fáir dagar frá tí at onkur er smittaður til sjúkuteknini vísa seg – men tað kunnu eisini ganga tveir mánaðir. Tað mest vanliga er kortini, at sjúkuteknini vísa seg 2-3 vikur eftir at ein hevur fingið smittuna. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir til at fólk, sum liggja inni við hesum frikadellunum, koyra tær í skrell, ella fara aftur í handilin við teimum. Men hevur tú illgruna um, at tú hevur fingið listeria, er eitt at gera, og tað er at sleppa tær til lækna.