Til tess at koma burturúr fastlæstu støðuni, har Tjóðveldisflokkurin og Sambandið hvør í sínum lagi tryggja, at eingin broyting fram móti størri sjálvræði og sjálvbjargni tíansheldur loysingin verður í bræði, hevur Sjálvstýrisflokkurin orðað eina verkætlan, ið hevur til endamáls at plikta allar sjálvstýriskreftir til samstarv og veruliga atgerð.
Løgtingssamtykt
um fólkaatkvøðu
Grundarlagið fyri hesum samstarvi eigur at vera, at vit semjast um og samtykkja í Løgtinginum at hava fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya, um eitt ávíst áramál. Ein tílík fólkaatkvøða vil í sjálvum sær noyða tær veruligu sjálvstýriskreftirnar í Føroyum til at fara undir eitt realistiskt samstarv um treytir, innihald og grundarlag fyri einari nýggjari ríkisrættarligari støðu, annaðhvørt tjóðveldi ella fult sjálvstýri. Tá ið úrslitið av bankakanningini fyriliggur, er rætta løtan at leggja uppskotið um fólkaatkvøðu fyri tingið.
Hesa fólkaatkvøu kundu vit hóskandi hildið ár 2002, tað hevði álagt einum komandi løgtingi og landsstýri at arbeitt við málinum. Tó ber eisini til at hava eitt sindur longri skotbrá t.d. 2006, sum merkir, at tað eru tvey valskeið og tvey løgting, ið skulu fyrireika teir spurningar, sum fólkið skal taka støðu til. Um vit áseta eina tílíka freist fyri fólkaatkvøðuni, fer tað harumframt at noyða landsstýri og løgting at loysa tey stóru vandamál, ið ferð eftir ferð loypa hóttafall á hetta samfelagið.
Føroyar áhugaverdar
- ikki ein byrða
Tann rikni politikkurin má hava til endamáls at gera Føroyar áhugaverdar at samstarva við, og ikki til eina byrðu, sum tað er ein lætti at sleppa undan at bera. Einvísi uppskotini hjá tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum um bert at avreiða blokkstuðulin fyri størri sjálvstýri bera brá at hesum seinasta.
Ætlan í fimm stigum
Fyrsta stigið í tí neyðuga politikkinum áðrenn fólkaatkvøðuna er, at vit fáa eina sterka lønsama høvuðsvinnu, sum ikki krevur studning. Skal høvuðsvinnan hava sosialhjálp, er hon ikki lønsom, og sostatt ikki før fyri at breyðføða fólkið í landinum.
Næsta stigið sum vit skulu taka her og nú, er at seta treytir fyri lántøku. Avmarkingar mugu gerast í heimildunum hjá løgtingi og landsstýri at taka stór lán, sum komandi ættarlið skulu betala aftur. Vit vita í dag, hvat tað vil siga, at knógva undir einari ótolandi stórari uttanlandsskuld. Somuleiðis eiga vit at samtykkja, at allar løgtingsfíggjarlógir skulu javnvega og ikki hava undirskot.
Triðja stigið er, at Føroyar yvirtaka allar samráðingar við onnur lond um handil og annað samstarv landanna millum. Vit eru í dag í teirri støðu, at fiskavørur, sum er okkara einasta útflutningsvøra verður boykottað av ES, og hetta er við vælsignilsi úr Danmark. Tí tað er Danmark sum vegna Føroyar rekur okkara uttanríkispolitikk. At røkka hesum máli krevur broytingar í Heimastýrislógini, soleiðis at Føroyar fáa størri, helst alla, ábyrgd av uttanríkispolitikkinum.
Eisini eiga Føroyar at nýta møguleikan í altjóða høpi, til dømis á ST fundum og ráðstevnum at fara í samstarv við onnur lond, sum líkjast okkum í stødd og viðvíkjandi stýrisskipanarligum viðurskiftum. Rákið gongur tann vegin, at smátjóðir alt meira gera síni rættindi galdandi til eitt rímiligt og sjálvsagt tilverugrundarlag. Føroyar luttaka í alt ov lítlan mun aktivt í tí samstarvi, sum er skipað millum smátjóðir.
Fjórða stigið er, at vit fáa til vega neyðug stýringsamboð fyri peningapolitikkinum. Í løtuni eru peningamál felagsmál. Tað merkir í roynd og veru, at danir ráða. Tí hevur innlitið og eftirlitið í Føroyum við virkseminum hjá m.a. peningastovnunum verið ov lítið, og tí var tann ógvusligu bankahúsagangurin í 1992-1993 møguligur. Hóast peningamál eru felagmál, vísti veruleikin, at føroyingar standa einsamallir við ábyrgdini. Eisini hetta krevur broyting í heimastýrislógini.
Fimta stigið er, at allir sjálvstýrisflokkarnir til næsta fólkatingsval gera ein felags lista við einum ítøkiligum sjálvstýrispolitikki og við ítøkiligum treytum. Endamálið við hesum uppskoti er, at vit fáa eina veruliga sjálvstýrisrødd at tala Føroya søk á danatingi, so leingi sum henda skipanin er grundlógarfest, at føroyingar skulu velja umboð á danating.
Lat tað vera eina styrkiroynd, hvussu langt samstarvsviljin millum sjálvstýriskreftirnar í Føroyum røkkur.
Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna